Á aðalfundinum hjá European Regions Airline Association í Dublin í kvøld fekk Atlantic Airways handað Airline of the Year-heiðursmerki fyri á slóðbrótandi hátt at hava tikið nýggja navigatiónstøkni í nýtslu og hava prógvað sínar dygdir sum felag og sítt virði fyri Føroyar.
Hesum boðar Atlantic Airways frá í kvøld.
Atlantic Airways setti nýggja Airbus 319-flogfarið í regluliga flúgving 28. mars í ár, og í tí sambandi varð nýggj navigatiónstøkni tikin í nýtslu. Dómsnevndin hjá Eurpoean Regions Airline Association sigur, at RNP-AR-tøknin á Airbus-flogfarinum er slóðbrótandi, tí hetta er fyrsta ferðin, hon verður nýtt í Evropa.
Avrikið at bróta slóð fyri nýggju RNP-AR-tøknini á einum heilt nýggjum slagi av flogfari er einastandandi, tá havt verður í huga, hvussu lítið flogfelagið er. Hetta hevur gjørt tað møguligt hjá felagnum at økja um trygdina og regularitetin og minka um oljuútreiðslurnar, staðfestir dómsnevndin.
Stjórin í Atlantic Airways, Magni Arge, tók ímóti heiðrinum á aðalfundinum hjá European Regions Airline Association í Dublin í kvøld. Trý flogfeløg vórðu heiðrað sum ársins flogfelag í Evropa við ávikavist gullmerki, silvurmerki og bronsumerki. Atlantic Airways fekk bronsu. Fleiri enn 60 flogfeløg eru limir í European Regions Airline Association, so viðurkenningin er stór. Næsta árið kunnu Atlantic Airways og hini bæði vinnandi feløgini marknaðarføra seg undir heitinum »Airline of the Year.«
Mike Ambrose, stjóri í European Regions Airline Association, vísti á, at dómsnevndin umframt nýggju RNP-AR-tøknina legði dent á, at Atlantic Airways sum felag er tætt knýtt at føroyska samfelagnum og miðvíst marknaðarførir Føroyar sum ferðamál. Dómsnevndin staðfesti eisini, at Atlantic Airways eftir umstøðunum, felagið virkar undir, hevur høgan regularitet og støðugt strembar eftir at menna seg.
Felagið hevur á grundleggjandi hátt megnað at umskipað seg eftir skiftandi umstøðum og verður væl stjórnað. Við at stýra útreiðslunum varliga og skapa nýggjar inntøkumøguleikar hevur felagið megnað at vaksið á ein lønandi hátt, segði dómsnevndin.
Magni Arge vísti í takkarrøðu á, at í mars 2013 eru liðin 25 ár, síðan Atlantic Airways fór undir at byggja upp og menna flogvinnu og flogferðslu í Føroyum, og at heiðurin frá European Regions Airline Association er stór viðurkenning av dugnaseminum og framfýsninum hjá starvsfólkunum hjá Atlantic Airways.
Okkara høvuðsendamál er at veita Føroyum og føroyingum eina so dygga tænastu sum gjørligt. Hetta hava vit altíð fremst í huganum, og tað frøir okkum, at altjóða flogídnaðurin bæði viðurkennir fakliga dugnasemið hjá felagnum og tann týdning, sum felagið hevur fyri føroyska samfelagið. Hetta varpar ikki bara ljós á Atlantic Airways, men allar Føroyar, sigur Magni Arge.









