Atlantic Adventure í Hvalba

Hergeir Nielsen



“Umsóknin um at seta á stovn eftirskúla í Hvalba er til viðgerðar í Mentamálaráðnum, og verður politisk støða tikin til málið, tá ið viðgerðin er liðug.”

Soleiðis svaraði løgmaður mær einum skrivligum fyrispurningi tann 24. november 2006
Hesi tíðíndi løgmans vóru fylgd upp í einum munnligum fyrispurningi til landsstýrismannin í mentamálum tann 7. februar 2007.

Landsstýrismaðurin varð spurdur,
nær og
hvussu nógvir fundir vóru hildnir um Atlantic Adventure Eftirskúlan í Hvalba,
hvussu fjølmentir fundirnir høvdu verið,
hvørjar niðurstøður gjørdar vóru, og
hvussu framtíðarútlitini vóru fyri hesum eftirskúla.

Orsøkin til hesar nágreiniliga orðaðu spurningar var, at als einki virksemi sást hava verið um hetta mál.
Sum øllum kunnugt, so var ítøkilig ætlan um fyrsta eftirskúlan í Føroyum løgd fram á tíðindafundi 10. oktober 2006 umborð á Smyrli.
Eftirskúlin hevði fingið heitið Atlantic Adventure Eftirskúlin og skuldi byggjast í Hvalba. Skúlin skuldi rúma 80 næmingum.
Undir fíggjarlógarviðgerðini skutu vit undir aðru viðger upp at játta 7,5 mió.kr., og tá ið samgongan hevði felt tað uppskotið, skutu vit við triðjku viðger upp at játta 5 mió.kr. til at fara undir hendan harðliga tiltrongda skúla.
Hetta uppskotið varð eisini skotið niður av samgonguni.
Síðani bíðaðu vit í spenningi eftir, hvussu álvarsliga samgongan var farin til verka, og hvussu langt hon var komin í hesum máli, og tí varð í spenningi bíða eftir svari upp á frammanfyri nevnda spurning.
Landsstýrið hevði havt ein, sigur og skrivar EIN fund um málið tann 22. januar saman við stigtakarunum, segði landsstýrismaðurin.
hvussu fjølmentur fundurin var,
hvørjar niðurstøður gjørdar vóru, og
hvussu framtíðarútlitini vóru fyri hesum eftirskúla,
svaraði landsstýrismaðurin ikki uppá.

Tað var so álvarin í málinum um HYPERLINK "http://www.hergeir.com/index.php?id=711" Atlantic Adventure, Eftirkúlan í Hvalba
sæð við landsstýrisins eygum.

Rætt skal vera rætt.
Vanligu orðingarnar, sum knýttar verða upp í øll mál, sum vit reisa á tingi, komu so eisini við hesuferð.
Málið er áhugavert, og landsstýrið arbeiðir við tí, segði tann sera viðeiriligi landsstýrismaðurin.