Nes kommuna og J&K Petersen hava í morgun undirskrivað sáttmála um bygging av atløgusíðu við MJ-Saltsøluna við Rætt á Toftum.
Atløgusíðan verður 20 m long, dýpið er 7-8 m, og kostnaðurin er slakar 2 mió. krónur. Tvær byggifyritøkur vórðu bidnar um tilboð, og har hevði J&K lægra tilboðið.
Arbeiðið byrjar í august. Í sáttmálanum er avtalað, at arbeiðið verður liðugt í november.
Nýggja atløgusíðan verður beint við dyrnar hjá MJ-Saltsøluni. Hetta fer at lætta munandi um arbeiðsgongdina, tá ið skip koma at uppskipa salt. Frammanundan hevur verið neyðugt at uppskipa saltið umvegis trailarar, tá ið skip eru komin við salti.