Atkvøðurnar verða almennar

Tá bestu fótbóltsspælararnir verða avdúkaðir leygarkvøldið, verður hetta fyrstu ferð, at almenningurin sær, hvussu einstøku atkvøðurnar verða greiddar

 

 

Fjúrtandi árið á rað skipar Miðlahúsið fyri atkvøðugreiðslu, har finnast skal fram til, hvørjir bestu fótbóltsspælararnir og –dómararnir í landinum eru. Úrslitið av atkvøðugreiðsluni verður avdúkað í Hvonn-live sendingini leygarkvøldið.

 

Sum vant verða tað liðskiparar og venjarar hjá ymsu feløgunum, sum saman við ítróttajournalistum greiða atkvøðu, men í mun til undanfarin ár fær almenningurin hesa ferð innlit í, hvør hevur fingið hvørjar atkvøður. Hetta fyri at økja um gjøgnumskygnið í atkvøðugreiðsluni. Tó hava bæði venjarar og spælarar ynskt, at atkvøðurnar til heitið sum ársins dómari ikki verða almannakunngjørdar. Hetta fyri at sleppa undan óhepnum trætumálum, sum ofta taka seg upp, tá tosað verður um dómarar.

 

Hartil verður ein onnur broyting, tí í ár verður einki “stjørnuskot” kosið. Fyriskipararnir meta, at tað ofta hevur verið ov stór óvissa um, hvør spælari kann roknast fyri stjørnuskot, og tí verður talan ístaðin um at kjósa besta spælaran undir 21 ár.

 

Heiðurslønirnar, ið verða lætnar, eru til ársins málverja, ársins verjuspælara, ársins miðvallara, ársins áleypara, ársins venjara, ársins dómara, ársins ungi spælari (aldur til U21) og so sjálvandi eisini til heitið sum ársins spælari.