Atkvøddi blankt og ynskir kanningarstjóra

Kristin Michelsen atkvøddi blankt í tinginum, tá uppskot um misálit á løgmann var fyri.

Tá uppskot um misálit á løgmann var fyri í løgtinginum í dag, eftir handfaringina av málinum um skálafjarðartunnilun, atkvøddi Kristin Michelsen blankt.

Sostatt fylgdi hann ikki andstøðuni, sum hann annars sum javnaðartingmaður er partur av.

 

- Eg vil hava kanningarstjóra settan, er viðmerkingin hjá Kristin Michelsen, tá hann verður spurdur um orsøkina til blonku atkvøðuna.

 

Eisini Gerhard Lognberg, javnaðartingmaður, noktaði at atkvøða við javnaðarflokkinum í dag, tá málið um misálit á løgmann var fyri á løgtingi.

 

Kristin Michelsen heldur tó ikki, at tað eigur at undra, at hann ikki vil atkvøða fyri einum misálitisuppskoti á løgmann.

 

- Eg havi fyri langari tíð síðani, eini 14 døgum síðani, skrivað undir uppá, at eg ynski ein kanningarstjóra, sigur Kristin Michelsen, og vísir til Jenis av Rana, sum hevur havt ynski frammi á tingi um setan av kanningarstjóra.

 

- Tað er hetta eg haldi meg til. Eg standi við tað, sum eg havi skrivað undir uppá, sigur Kristin Michelsen.

 

Spurdur, um hann skilir, at fólk kunnu skilja hetta, sum at hann gongur ímóti sínum flokki, javnaðarflokkinum, sigur hann:

 

- Nei, soleiðis hongur hetta ikki saman. Als ikki. Eg standi bara við tað, sum eg havi skrivað undir uppá. Eg meti, at ein kanningarstjóri eigur at verða settur at kanna málið um skálafjaðartunnilin, sigur Kristin Michelsen í stuttari viðmerking.