Atkvøðuseðlar koma hesa vikuna

Atkvøðuseðlarnir, sum fiskimenn fáa, nú felagsformansval er í Føroya Fiskimannafelag, koma í hesi vikuni.

Tað skrivar felagið á síni heimasíðu.

Trý valevni eru til valið.

Valevnini eru sitandi felagsformaður, Jan Højgaard, Toftir, Grímur Hammer, sum er av Eiði og Sakaris Zachariassen, sum býr í Sandoynni, men hevur røtur úr Streymnesi.

Felagsformansval er í Føroya Fiskimannafelag triðja hvørt ár. Tað merkir, at formaðurin situr í trý ár.

Bygnaðurin í felagnum er, at nevndin er skipað við sýsluformonnum umframt felagsformanninum, sum soleiðis manna stjórnina.

Føroya Fiskimannafelag hevur eisini sóknarformenn - ein í hvørji sókn.

Val er í felagnum hvørt ár - skiftandi millum sóknar-, sýslu-og felagsformansval.