Stórpolitikkur er um at koma upp í atkvøðugreiðsluna til Melody Grand Prix kappingina í Malmø síðsta leygarkvøld.
Russiski uttanríkismálaráðharrin, Sergej Lavrov, sigur, at tað er ein skandala, at atkvøðurnar, sum skuldu fara til Rusland, »hvurvu« í Aserbadsjan.
Mánadagin komu tíðindini um, at forsetin og einaráðisharrin í Aserbadsjan setur eina kanning í verk eftir finaluna í MGP fyri at finna útav, hví hansara egna land ikki gav stig til russiska innslagið.
Týsdag komu so boðini um, at uttanrikismálaráðharrin í Ruslandi, Sergej Lovrov, sigur, at Rusland fer at svara aftur upp á hendingina.
- Vit kunnu ikki lata tað fara aftur við borðinum, at tíggju stig vórðu stolin frá okkara luttakara, fyrst og fremst hvussu hetta tiltakið verður organiserað, segði Lavrov undir einum tíðindafundi saman við starvsfelaga sínum úr Aserbadsjan, Elmar Mammadyarov.
Russiska Dina Garipova (myndin) var 17 stig aftan fyri Margaret Berger á 4. plássinum, so tey 10 stigini høvdu ikki gjørt tann stóra munin kortini.