Fríggjakvøldið byrjar finaluumfarið í X-Factor kappingini, og til ber hjá føroyingum at siga sína hugsan og senda eina atkvøðu umvegis fartelefonina. DR upplýsir, at tað eisini er gjørligt hjá føroyingum at atkvøða fyri luttakarunum í fyrstu X-Factor finaluumfarinum, sum verður fríggjakvøldið komandi.
Føroyska Linda Andrews verður ímillum finalistarnir, og spennandi verður at síggja, um Linda megnar at fara avstað við gullinum.
Kringvarpi sendur X-Factor kappingini fríggjakvøldið, tó verður ikki send beinleiðis, og tískil er neyðugt at atkvøða, meðan sendingin verður víst á DR1.
Hjá teimum, ið ikki hava møguleika at síggja annað enn SVF, ber til at fylgja við á føroysku sjónvarpsrásini har SVF sigur hyggjarunum frá, tá atkvøðast kann til X-Factor.