Atkvøð fyri Heidi

Á heimasíðuni hjá Laureus ber til at atkvøða fyri Heidi Andreasen sum ársins ítróttarfólk við breki

Í dag, týsdagin, verður gjørt av, hvør skal gerast ársins ítróttarfólk í heiminum við breki. Sum kunnugt er Heidi Andreasen millum tey innstillaðu til hesa virðislønina.
Tað er felagsskapurin Laureus World Sports Awards, sum skipar fyri, og á heimasíðuni á internetinum ber til hjá tær at atkvøða fyri tí, sum tú heldur skuldi fingið henda heiðurin.
Mánadagin á middegi hevði Heidi Andreasen fingið 93,73 prosent av atkvøðunum á heimasíðuni. Tó fekst ikki at vita, hvussu nógv fólk høvdu atkvøtt.
Adressan, har fólk kunnu greiða atkvøðu er á www.laureus.com/awards/voting/.