Atkvøða um Brexit avtaluna í dag

Tað er ein umráðandi dagur fyri bretar í dag tá atkvøtt verður hvørs avtalan hjá Theresu May verður gjøgnumført ella ikki.

Í kvøld eftir kl 19 verður atkvøtt fyri Brexit avtaluni hjá Theresu May. Flestu bretskir miðlar vænta, at avtalan hjá Theresu May ikki fær nóg nógvar atkvøður at verða góðtikin. Rushanara Ali, tingkvinna í arbeiðaraflokkinum, sigur at eitt umval fyri fólki er meira umráðandi enn at traðka heilt aftur til byrjanina. Tað vil siga at tað ber til at velja avtaluna til ella frá, og tað er tað. 

Nigel Farage, ein av mótstandarunum av ES, vil verða við at bretska fólki ikki atkvøddi fyri eina røð av avtalum og skipanum, tey atkvøddu um at fara úr ES. Hann sigur eisini at tað sum gongur fyri seg í parlamentinum nú er svik av stórsta slagið í bretsku søguni. 

Tað er ein umráðandi dagur fyri bretar í dag, so umráðandi at ein av tingfólkinum, Tulip Siddiq, útsetti sína skurðviðger til hósdagin, soleiðis at hon eisini kann atkvøða um Brexit avtaluna í kvøld. Tulip Siddiq er við barn, hon hevur fingið at vita at hon helst skuldi føða barnið mánadagin ella í dag. Men orsaka av atkvøðuni hevur hon avgjørt at útsett føðsilin til í hósdagin.