Atkomuviðurskiftir og bústaðir til brekað

Í okkara grannalondum eru reglugerðir ið tryggja fólki við breki mannsømulig kor, bæði viðv. bústaðarmøguleikum og atkomumøguleikum.

Tórhallur Áslaksson

valevni Tjóðveldisflokksins



Við tí pensión, og teimum treytum ið eru fyri at fáa pensión, hevur ein brekaður í dag ongan lívsins kjans at byggja sær hóskandi bústað. Fyri at fáa pensión, skalt tú fyrst hava brúkt alla tína ogn, tvs innistandandi í peningastovnum og kontantan pening. Og tá tú so ikki kann klára teg sjálvan fíggjarliga, kannst tú fáa pensión. Bankin forlangar eginkapital, men hann er jú brúktur, so hvussu skal tú nú keypa ella byggja tær húskiligan bústað?? Eg spyrij bara.

Tórshavnar kommuna eigur í øllum útstykkingum at seta 3 til 4 grundstykkir av til bygging av búðstøðum til allar bólkar av brekaðum. Umframt at gerða leiguíbúðir til hesi. Hesi grundstykkir kunnu leigast fyri 1 kr um árið. Kommunan skal eisini arbeiða fyri, at Bankar og Húsalánsgrunnurin veita bíligari lán til innrættan av íbúðum í veghædd, um hesar lúka krøvini til bústaðir fyri brekað og eldri fólk.

Eg nevndi í byrjanini reglugerðir og atkomuviðurskiftir. Sjálvur havi eg arbeitt við hesum málið, í Ráðgevandi bygginevndini hjá MBF, men har er ov lítið komið burturúr, orsaka av at landsins mynduleikar ikki síggja atkomuviðurskiftini hjá brekaðum sum nakað problem, annars høvdu teir nokk gjørt nakað við tað. Landsstýrið vil ikki lýsa eina kunngerð, ið tryggjar atkomumøguleikarnir hjá brekaðum til almennar og alment atkomuligar byggningar, handlar skrivstovur o.l. Kunngerðin er gjørd og eg fari at arbeiða fyri, at hendan kunngerð verður gjørd galdandi í Tórshavnar Kommunu soleiðis at kommunan er ein kommuna fyri øll.

Set tí X við eitt av valevnunum á lista E, t.d meg!