Atkoma: Vit broyta inngongdina

Marjun Heimá er ein av fyritøkunum, sum stendur nevnd í lesarabrævinum hjá Heina Festirstein um vantandi atgongd fyri rørslutarnað.

Portal.fo hevur tosað við Beintu Vilhelmsen, og hon viðurkennir trupulleikan. Í løtuni eru tvey trin sum gera, at t.d. fólk í koyristóli sleppa ikki inn í nýggju hølini hjá handlinum í Niels Finsens gøtu. Men hann verður loystur, sigur hon.

- Vit vita av tí, og vit fara at broyta tað í næstum, sigur hon við Portal.fo.

Beinta Vilhelmsen greiðir frá, at orsøkin til, at ein rampa, ella ein líknandi skipan, ikki er gjørd er, at flytingin gekk øgiliga skjótt fyri seg.

- Tað hendi alt so øgiliga skjótt, og tí var okkurt sum var seinkað. Men vit fara at gera tað so, at øll fólk sleppa inn í handilin, eisini rørslutarnað, sigur hon.

Beinta Vilhelmsen skilir væl kritikkin hjá Heina Festirstein - og øðrum við - at ikki øll sleppa inn allastaðni. Og hon hevði fegin viljað, at teirra fyritøka hevði loyst trupulleikan, áðrenn tey fluttu inn, men tað bar ikki til.

- Men har kemur ein loysn á hasum spurninginum eisini, sigur hon.