Leingi er tað, sum væl skal verða. Baskiski fótbóltsstoltleikin, Athletic Bilbao vann seg í gjárakvøldið í ta sponsku steypafinaluna, Copa del Ray, fyri fyrstu ferð síðani 1985.
Athletic Bilbao tapti fyrru hálvfinaluna í Sevilla 2-1, men við einum fanatiskum uppbakkningi frá heimafjøldini, eydnast tað baskiska liðnum at vinna heimadystin 3-0, og harvið 4-2 samanlagt.
Sigurin hevði ovurstóran týdning fyri baskisku áskoðarnar, sum ikki sleppa at hava sítt egna landslið, og tí síggja uppá
Athletic Bilbao, sum sítt ?landslið?. Áskoðarar í túsindatali tustu út á San Mamés leikvøllin, fyri at takka og klemma spælarunum á liðnum, sum hevur so nógv at siga fyri baskiska samleikan.
Mótstøðulið í finaluni verður katalanski fótbóltsstoltleikin, FC Barcelona, sum mótsatt Athletic Bilbao loyvir útlendskum spælarum á liðnum. Bara baskarar spæla á liðnum hjá Athletic Bilbao.
Barcelona fekk javnleik 1-1 úti á Mallorca, men Barca hevði ein 2-0 sigur frá fyrru hálvfinaluni, og vunnu teir samanlagt 3-1.
Alment er talan um sponsku steypafinaluna, men tað verða baskarar og katalanar, sum koma at mynda steypafinaluna. Athletic Bilbao og FC Barcelona vóru eisini í steypafinaluni í 1984. Tá vann Athletic Bilbao 1-0.