Athena sum eitt spøkilsisskip við oljubryggjuna

Sambært átaksleiðaranum hjá løgregluni, Hallgrími Hansen, bendir nógv á, at eldur og hiti nú tykjast fjarða burtur umborð á Athenu, og tí verður vónað, at trupla støðan, sum eldurin umborð skapti mánanáttina, mánadagin og partvís týsdagin, eru við at verða hasað av

ATHENA

Seinnapartin í gjár varð verksmiðjuskipið Athena, sum tá hevði ligið við frammendanum móti oljubryggjuni síðan tíðliga mánamorgunin, tí aftaru trossarnir vóru avbrendir, hálað til bryggju. Hetta arbeiði gekk væl, og tað vóru sleipibátar hjá MEST, sum tóku sær av hesi uppgávu. Tá Athena var komin at liggja við stýriborðssíðu móti bryggjuni, fóru fólk hjá sløkkiliðunum at spræna sjógv eftir skipssíðuni fyri at køla skrokkin. Tað gekk ikki long tíð, til Skálafjarðar Sløkkilið í samstarvi við Fuglafjarðar Sløkkilið setti tveir mans umborð á skipið, sum síðan byrjaðu at spræna skúm niður í Athenu.
Orsøkin til, at Skálafjarðar Sløkkilið hevði biðið um hjálp úr Fuglafirði, var, at fuglfirðingar eiga ein góðan stiðjabil, og tað var hesin, sum brúktur var at seta menninar umborð við. Við bilinum úr Fuglafirði vóru komnir einir 3-4 mans at hjálpa til á oljubryggjuni.
Sunleiv Højgaard, átaksleiðari hjá Skálafjarðar Sløkkiliði, segði, at tað var av trygdarávum, at bert tveir mans vórðu settir umborð, tí framvegis var nógvur hiti í skipsskrokkinum, tó at hitin var minkaður.
Í gjár, tá menn vórðu settir umborð á Athenu, reyk framvegis úr skipinum har frammi, og nakað av royki sást eisini koma upp úr skipinum har afturi.
Nú í morgun, tá Sosialurin var fram við, sást lítil roykur, men kortini so mikið, at staðfestast kann, at hiti enn er í skrokkinum – um kanska ikki opin eldur.
Sambært átaksleiðaranum hjá løgregluni, Hallgrími Hansen, bendir nógv á, at eldur og hiti nú tykjast fjarða burtur, og tí verður vónað, at trupla støðan, sum eldurin umborð á Athenu skapti mánanáttina, mánadagin og partvís týsdagin, er við at verða hasað av.

Allir á fundi
Í morgun, tá Sosialurin royndi at fáa fatur á reiðarunum hjá Thor, Gunnbjørni Joensen og Hans Andrias Joensen, sótu báðir á fundi í Runavík. Hallgrím Hansen, átaksleiðari hjá løgregluni og Sunleiv Højgaard, átaksleiðari hjá Skálafjarðar Sløkkiliði, vóru eisini á sama fundi, sum ætlandi fór at vara til út móti klokkan 11.
Eldurin umborð á Athenu hevur verið ein stór og álvarsom uppgáva hjá sløkkiliði, løgreglu og øllum teimum, sum hava havt tilknýti til hendingina, sum førdi við sær, at neyðugt varð við burturflyting av fólki á vestur arminum á Skálafjørðinum – og eitt skifti eisini við burturflyting av fólki á Glyvrum, Lambareiði og Lamba.
Havnastjórin hjá Runavíkar havn, Tórbjørn Jacobsen, segði í samrøðu við Sosialin týsmorgunin, at slíkt neyvan er hent í Føroyum síðan seinna heimsbardaga.
- So, hetta økið hevur verið í eini heilt serstakari støðu hesar dagarnar, legði hann aftrat.

Spøkilsisskip
Í dag liggur Athena sum eitt annað spøkilsisskip við oljubryggjuna hjá Runavíkar havn.
Skipið er illa brent, og uttan á skrokkinum sæst, hvussu nógvur hitin hevur verið. Nógvastaðni er málingin avbrend, eins og brúgvin har frammi er sokkin saman.
Hvussu út sær umborð, veit eingin við vissu í løtuni, men líkt er ikki til, at Athena nakrantíð aftur kann fara til fiskiskap.
Hetta er triðju ferð, at eldur herjar Athenu.
Sosialurin fer at venda aftur til málið í blaðnum fríggjadagin.