- Alt er undir kontroll, og skipið er væl ávegis til Falmouth, sigur reiðaríið hjá Athenu, Thor. Tað seinasta nýggja frá Athenu, sum eldur kom í í gjár, er, at skipið er væl ávegis til Falmouth í Suðuronglandi.
Reiðaríið sigur, at farmaskipið Vega, sum bjargaði manningini úr bjargingarbátunum, skjótt verður í Falmouth.









