Atgongumerkini til Smokie ganga undan

Tað eru einans umleið 100 atgongumerki eftir á Hotel Hafnia (Cafe Kaspar) og á ebillett.fo í forsøluni til stóra dansitiltakið við Smokie.

 

- Lýst við 25 ára aldursmarki, og tað skal prógvast, at er man 18 ár ella eldri, so tað ikki uppstanda nakrir trupuleikar við hesum.

 

- Ynski er frá nógvum yngri fólkum at sleppa til tiltakið, og tí er mannagongdin tillagað á hendan hátt, siga fyrireikararnir.

 

Forsølan steðgar í dag klokkan 18. Eftir hetta ber bert til at ogna sær atgongumerki við dyrna, frá r leygarkvøldinum klokkan 22.30. Tað er at skunda sær um ein vil spara 100 krónur.

 

Higartil hava yvir 600 fólk ognað sær atgongumerki til tiltakið!