Ráðstevna
Tað stóð ikki á hjá Vinnuhúsinum í morgun at selja tey 120 atgongumerkini til ráðstevnuna, sum verður í Norðurlandahúsinum 24. mai við fyrrverandi amerikanska forsetanum, Bill Clinton og vápnaeftirlitsmanninum, Hans Blix.
Sosialurin var inni á gólvinum í Vinnuhúsinum, tá ið sølan byrjaði. Sølan fór fram um telefonina, og tað vóru fýra fólk, sum sótu og tóku ímóti bíleggingum.
Tey, sum tóku telefonina, vóru Marita Rasmussen, Belinda Lilá, Ester Dahl og Mikkjal Joensen, og tey høvdu úr at gera.
Stórur áhugi
Jan Mortensen, stjóri í Vinnuhúsinum, segði seg rokna við, áðrenn sølan byrjaði, at atgongumerkini fóru at ganga sum “heitt breyð”, og tað gjørdu tey eisini.
Eftir sløkum 20 minuttum vórðu tey 120 atgongumerkini, sum almenningurin hevði høvi at keypa, seld, og soleiðis keyptu føroyingar fyri 600.000 krónur í atgongumerkjum eftir lítlari løtu.
- Hetta er eitt serstakt tiltak við serstøkum persónum, og tá ið fólk kunnu fara til Bretlands at hyggja at fótbólti, trúgvi eg eisini, at hesi 120 atgongumerkini fara at ganga sum “heitt breið”, segði Jan Mortensen stutt eftir, at sølan var byrjað.
Spurdur, hvør tað er, sum hevur keypt sær pláss til ráðstevnuna, sigur hann, at talan er um ymisk fólk – heilt frá politikarum, læknum til vanligar einstaklingar.
- Vit upplýsa ikki nøvn á teimum, sum hava bílagt atgongumerki, men eg kennist við nøkur teirra, og út frá hesum kann eg siga, at tað eru fólk úr ymiskum heraðshornum í samfelagnum.
Limirnir fyrst
Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum skipar fyri tiltakinum við Clinton og Blix, hevur 530 limafeløg og hesi hava øll fingið bjóðað atgongumerki til keyps.
- Flestu av hesum feløgum hava havt høvi at keypa eitt atgongumerki, og tey størstu feløgini hava havt høvi at keypt fimm.
Støddin á feløgunum verður roknað eftir limagjaldinum til Føroya Arbeiðsgevarafelag, og limagjaldið til FAG sigur nakað um, hvussu stór feløgini eru.
Jan sigur, at eingin trupulleiki hevur verið at selt atgongumerkini til limafeløgini.
Spurdur, hvussu nógvir persónar sleppa ókeypis til ráðstevnuna, sigur hann, at talan bert er um tríggjar.
- Sum fyrireikarar hava vit bjóðað løgmanni, Jóannes Ejdesgaard, løgtingsformanninum, Edmundi Joensen og borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu, Heðini Mortensen, ókeypis luttøku.
Á Hotel Føroyum
Jan Mortensen sigur, at bæði Clinton og Blix hava hvør sína suitu á Hotel Føroyum, men Clinton kemur og fer avstað aftur sama dag, sum ráðstevnan verður – um einki annað verður aktuelt. Hinvegin steðgar Blix ætlandi nakrar dagar í Føroyum.
Spurdur, hvørjum flogfari Cinton kemur higar til lands við, sigur hann, at tað veit hann ikki at siga, tí tað er ikki teirra borð í hesum tiltaki.
- Clinton kemur til Noregs at halda fyrilestur í flogfari, sum eg vænti, at amerikanski staturin eigur. Úr Noregi flýgur hann til Íslands í hesum flogfari, og haðani kemur hann til Føroya, meðan amerikanska flogfarið stendur í Íslandi.
Floglíkindi?
Spurdur, hvussu verður við tiltakinum og atgongumerkjunum, sum fólk gjalda fyri, um tað ringasta skuldi hent, og floglíkindi ikki eru í Føroyum 24. mai, sigur stjórin í Vinnuhúsinum:
- Nú er hetta besta tíð av árinum, og tí vóna vit sjálvsagt, at einki slíkt kemur at órógva. Sjálvandi hugsa vit um tað, men hetta er samstundis nakað, vit einki kunnu gera við. Tí loysir tað seg heldur ikki at brúka ov nógva tíð upp á tað.
Jan sigur, at ein ætlan fyriliggur, um tað ringasta skuldi hent.
- Í fyrsta lagi verður tá roynt at leggja tiltakið ein annan dag, um tað er møguligt – og í øðrum lagi fáa fólk peningin fyri atgongumerkini aftur, sigur stjórin í Vinnuhúsinum.
Tey, sum ringdu inn í morgun, eru nú skrásett hjá Vinnuhúsinum við møguligari t-postadressu og tlf. nummari, og sum dagarnir ganga, fáa tey eina váttan um, at tey eru tilmeldaði og fáa samstundis boð um at flyta peningin fyri atgongumerkið á konto.