Tað tók minni enn ein tíma at selja fyrstu 300 atgongumerkini til G! næsta ár. Upplatingartilboðið hevði lokkað nógv fólk í SMS, sum var eitt av trimum sølustøðum.
- Fólk stóðu beinleiðis í røð og bíðaðu, tá ið vit lótu upp. Tað gekk bara ein løta, so var alt rivið burtur, sigur Jón Tyril, talsmaður hjá G!
- Forsølan hevur stóran týdning, tí hon fíggjar arbeiðið herfrá til festivalin, og tí at tey, sum keypa tíðliga, eru spent at fáa onnur við sær á festival, sigur Jón og heldur fram:
- Fyrsta árið høvdu vit onga forsølu, og næsta árið seldu vit einans eini 40 atgongumerki í forsølu Tað var nervapirrandi. Seinastu árini er meginparturin av atgongumerkjunum seldur í forsølu, sigur Jón Tyril.
Næsta príshækking hjá G! verður tann 3. desember.
Í 2013 verður tann 12. G! Festivalurin hildin. Tann fyrsti var í 2002.