Atgongumerki til landsdystir við avslátri

FSF bjóðar fólki at keypa atgongumerki til heimadystirnar hjá landsliðnum í 2009 fyri avsláttarprís. Tilboðið er galdandi í desember

Fótbóltur

 

FSF bjóðar nú fólki at keypa atgongumerki til teir tríggjar heimadystirnar í HM-undankappingini fyri avsláttarprís. Fólk kunnu keypa eitt gávukort at geva øðrum - ella sær sjálvum - til jóla. Við einum gávukorti sleppur ein vaksin persónur til allar tríggjar HM-undankappingardystirnar hjá føroyska A-landsliðnum fyri ein samlaðan kostnað uppá 350 krónur. Eitt barn sleppur til allar tríggjar landsdystirnar fyri 100 krónur. Heimadystirnir hjá føroyska A-landsliðnum, sum talan er um, eru 10. juni móti Serbia, 12. august móti Fraklandi og 9. september móti Litava.

Dystirnir verða allir spældir á Tórsvølli, og í góðari árstíð. Gávukortið gevur tó ikki atgongd til ein møguligan vinardyst, um føroyska landsliðið spælir ein slíkan á heimavølli í 2009. Við einum gávukorti kann ein eisini tryggja sær eitt gott pláss á Tórsvølli. Her er talan um rættiliga umfatandi avsláttur. Gjøgnumsnittsprísurin plagar at liggja um tær 200 krónurnar, so fyri ein vaksnan persón eru umleið 250 krónur at spara. Og so slepst sjálvandi eisini undan bíðurøðunum, sum ofta eru, tá keypast skal í seinastu løtu. Gávukortini kunnu bíleggjast gjøgnum heimasíðuna hjá FSF, www.football.fo, frá nú og til jóla.