Atgongumerki til Heidi Hauge fáast nú

Atgongumerkini fáast kring landið. Fólk kunnu nú keypa atgongumerki til dansin hjá tí vælumtóktu Heidi Hauge og Spaðar5, sum verður leygarkvøldið 10. november. Gestasangari hjá Spaðar5 verður countrylegendan Jens Lisberg. Hurðarnar opna kl. 22.30. Atgongumerkini, sum kosta 265 kr. kunnu keypast á hesum støðum: Kiosk Vár í Klaksvík og Saltangará. Á øllum Statoilstøðum í landinum, hjá Haraldsen í Fuglafirði, hjá Samkeyp í Vestmanna, og í Inn í Norðskála.