HSF skrivar: - Atgongumerki til Føroyar – Niðurlond
Fríggjadagin 14. februar kl. 10.00 koma atgongumerkini til EM-undankappingardystin hjá monnum millum Føroyar og Niðurlond til sølu. Sølan verður á atgongumerki.fo.
Hetta er fyrsti landsdystur í nýggju stórhøllini við Tjarnir og verður møguleiki at keypa tvey sløg av atgongumerkjum. Sitipláss eru atgongumerki, har setrini eru talmerkt, meðan standipláss eru atgongumerki, har ein kann standa í økinum kring gyrðingina handan áskoðaraplássini. Børn undir skúlaaldur slappa ókeypis inn, men mugu tá sita hjá einum vaksnum. Um tey ynskja egið setur, krevur hetta atgongumerki. Møguleiki verður at keypa í mesta lagi 6 atgongumerki í hvørjum keypi.
Eitt sitipláss kostar 200 kr., meðan eitt standipláss kostar 150 kr. Eitt avgreiðslugjald kemur afturat í sambandi við keypið. Skrivar HSF.