Fiskivinna
Fríggjadagin, 10. desember, kallaði landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, til tíðindafund í Fiskimálaráðnum. Høvið til fundin var, at Føroya Ráfiskaseljarafelag, Føroya Fiskimannafelag og Føroya Ráfiskakeyparafelag saman við advokatinum, Alfredi Petersen, hava gjørt eitt tilmæli, sum feløgini kalla eitt "felags útspæl frá vinnuni".
Feløgini, umboðandi veiði-og virkisliðið, vildu við hesum geva landsstýrismanninum eitt uppskot sum alternativ til "fiskapakkan", ið landsstýrismaðurin seinastu tíðina hevur arbeitt við at fremja í verki.
- Fyritreytirnar fyri okkara uppskoti eru tær somu sum í uppskotinum hjá landsstýrismanninum, nevniliga at tryggja føroyskum virkjum javnbjóðis atgongd til rávøruna ? uttan at darva kappingini um fiskin.
Feløgini siga í brævinum, at ein onnur fyritreyt er, at eingin patentloysn finst á økinum.
- Tí ræður um at byrja eina gongd, sum røkkur endamálinum at fáa mest møguligan fisk virkaðan í Føroyum. Vinnan vil fegin í tí dagliga vera við til at stuðla hesi gongd og at tillaga skipanina, so endamálið verður rokkið.
Føroya Ráfiskaseljarafelag, Føroya Fiskimannafelag og Føroya Ráfiskakeyparafelag vísa á, at í sama mun, sum hetta tilmælið loysir trupulleikarnar hjá virkjunum við atgongd til fiskin, fer tað eisini at stuðla arbeiðarafeløgunum í teirra áhuga at fáa flest møgulig arbeiðspláss á landi.