Tað var í svari sínum til Bjarna Djurholm um ræðuleikarnar, sum IS fremur í Miðeystri, at løgmaður legði dent á leiklutin, sum kristna trúgvin spælir í Føroyum.
- Tað er ongantíð so týdningarmikið sum nú, at vit verja okkara kristni virði, at vit verja krossmerkið, at vit verja krossin. Vit skula verja okkara kristni virðir so nógv betri, enn nógv av hinum londunum tora og púra standa fast við, at tað, ið vit byggja okkara land upp við, tað eru teimum kristnu virðinum. Og ongum øðrum, endurgevur portal.fo løgmann fyri at hava sagt undir orðaskiftinum.
Hetta hevur fingið Ásu Johannesen at ressast. Hvat so við teimum, ið ikki viðurkenna seg kristnu trúnna, spyr Ása Johannesen, ið sjálv er gudloysingur.
- Vil tað siga, at vit, sum ikki taka undir við, at okkara land skal byggjast á kristin virði, eru óynskt, spyr Ássa Johannesen, ið eisini vísir á, at fólk við øðrum átrúnað enn kristna búgva í Føroyum.
- Hví heldur tú tað vera í lagið, at útihýsa øllum í okkara samfelag, sum ikki taka undir við júst tíni trúgv? Kundi tú hugsað tær, at tey øll rýmdu av landinum, spyr hon.
Ása Johannesen hevur eitt annað boð upp á, hvat føroyingar skulu verja heldur enn kristnu virðini.
- Vit skulu verja fólkaræðið. Vit skulu varðveita okkara samkenslu. Vit skulu berja okkara fremmandahatur niður. Vit skulu vera besta land í verðini at búgva í – fyri øll. Hesi virðini eru ikki kristin. Tey eru menniskjanslig.
- Tí eg kann gott fortelja tær, at mær dámar ikki, at tú soleiðis fær meg at føla meg sum ein “ikki rættan føroying”, skrivar hon eisini.
Les lesarabrævið her