Átakseindirnar á tvørfakligum skeiði

Sløkkilið, Løgregla, Sjúkraflutningstænasta og Landsverk eru í dag og í morgin á skeiði í tvørfakligari skaðastaðsleiðslu. Skeiðið er á Sløkkiliðsstøðini í Havn

Skeiðið skal styrkja tvørfakliga samstarvi millum átakseindirnar í tilbúgvingini.

 

Fleiri tunlar eru og verða bygdir í Føroyum, tí tekur skeiðið útgangsstøði í hendingum í tunlum.

 

Endamálið við skeiðinum er at luttakararnir fáa kunnleika um:

 

Galdandi lóggávu, kunngerð og leiðreglur og hvussu eitt skaðastað verður skipað, - radiosamskifti, uppgávur/skyldur hjá tí einstøku átakseindini og skipan av samstarvi millum átakseindirnar.

 

22 luttakarar eru á skeiðinum. Skeiðið byrjaði í morgun og endar í morgin.

 

##med2##

 

##med3##