Ata Andreasen 65 ár

Í dag, mikudagin 28. mai, fyllir Ata Andreasen í Havn 65 ár.

Hon er fødd í Mykinesi, dóttir Nicolinu Jacobsen úr Mykinesi og Olaf Niclasen, sum var miðvingur, men vaks upp í Mykinesi. Ata tók læraraprógv í Havn í 1964 og var síðani lærarinda í Lorvík í 4 ár, til hon fekk starv við Skt Frants skúla í Havn, har hon starvaðist í mong ár. Hon er farin frá sum lærarinda.
Í 1963 giftist Ata við Poul Jóhannes Andreasen av Oyrarbakka. Hann hevur starvast sum húsavørður í barnagarðinum hjá Nunnunum.