At vita, ella at halda seg vita

Svar til Árna Dahl

Málfelagið hevði boðið til fundar leygardagin í Miðlahúsinum. Framløga var um staving av geografiskum nøvnum. Eivind Weyhe greiddi frá arbeiðinum hjá ST-felagsskapinum UNGEGN við at standardisera skrivingina av geografiskum staðanøvnum. Sjúrður Skaale tosaði um gongdina í ABC-málinum, sum fekk undirtøku í Løgtinginum, og hvat víðari kann fara at henda við tí. André Niclasen hugleiddi um møguleikarnar at fáa eitt breiðari málráð enn tann núverandi málnevndin, og um uppgávurnar hjá einum málráði.
Har var fult hús, eini 60 fólk vóru komin at lurta og skifta orð henda illveðursdag. Hetta var eftir mínum tykki ein góður og sakligur fundur. Men ov fá, sum eru ímóti hesum broytingaruppskotum, vóru til staðar. Bert ein maður hevði ta meining, at føroyska Heimsatlassið við teim serligu landanøvnum, sum har eru at lesa, var gott og í lagi.

Árni Dahl greiðir frá
Nú hevði Árni Dahl eina viðmerking í mánadags-dimmu til henda fund og nógv ymiskt annað. Lat yvirskriftina fara (Við Sjúrði Skaale og sprokforeiningini aftur til København). Hatta er so býtt og frekt, sum nakað kann vera.
Árni var mær vitandi ikki sjálvur á fundinum. Men nevnir allar fýra, sum høvdu innlegg, við navni og ein aftrat. Árni er sorgarbundin um, at færri og færri taka undir við nationalistisku mál-purismuni, sum í alt ov langa tíð hevur verið næstan einaráðandi.

Hvør ynskir seg aftur til gamlar dagar?
Stílurin hjá Árna er at gita, hvat ið onnur meina, og so at skjóta eftir tí. Nú fáa vit, sum vóru á fundi í Miðlahúsinum henda dag, at vita, at »hesi fólk ynskja seg aftur til tíðina, tá ið danskt embætisvald ráddi fyri, hvussu føroyskt skuldi skrivast«.
Góði Árni – hesin setningur er høpisleysur upp á fleiri mátar. Eg kann siga – meini, at hinir tríggir halda nakað tað sama - at eingin okkara ynskir seg aftur til farnar tíðir, hvørki so ella so. Tú vart ikki á fundi, men um tú hevði verið har, so hevði tú einki hoyrt, sum kundi útleggjast á hendan hátt. Annars var tað ikki embætisvaldið, ið gjørdi reglur fyri føroyska rættskriving og hvussu kirkjubøkur skuldu førast. Tað mundi vera onkur hægri lóggevandi stovnur.
Árni gremur seg um, at »tey«, sum hann tekur til »stevna til fundar og breiða seg í vørpum. Og tey skriva lesarabrøv í bløðum og á portalum.« Ja, ólíka lættari hevði verið hjá tær, um tú og títt partí hevði monopol.

Og so gloymdi hann eitt gamalt portur
So skula vit sjálvandi eisini setast í bás: »Teirra altjóðagerð er rótfest innan grindirnar í Keypmannahavn, ta norðaru, eystaru og vestaru«. Helst man Árni meina við tey gomlu portrini í Vollanum rundanum býin. Nørreport og so víðari. Men, jamen Árni? Tú hevur gloymt eitt portur, ella hevur tú ongantíð lagt til merkis, at á Christianshavn út móti Amager er ein Sønderport???
Helst man hann meina, at tey, sum hava gingið í býnum við hesum portrum hava fingið skaða. Men hvat er tað, sum er skaðiligt? Býurin, stórbýurin, høvuðsstaðurin, portrini, sum teir rivu niður fyri umleið 150 árum síðani. Er tað tað, at Keypmannahavn er danskur býur, ella hvat?

»Eitt nú í Danmark….«
Aftur til sakina. Ilt er at diskutera nakað við ein mann, sum ikki veit, men bara heldur seg vita. Tú heldur teg vita (og skrivar so): Hví eitur tað Hetland og ikki Shetland? og tú skoytir eina parentes uppí: (danir siga jú Shetland). Í hasum eru longu tvær misskiljingar, tí mítt uppskot er at respektera, at føroyskt mál hevur nakrar traditioneller ella konventionellar formar, tá tað kemur til staðanøvn í fremmandum londum. Eitt er nettupp Hetland, sum er gamalt ella vanligt føroyskt. Men tað eru ikki bara danir ella danskarar, ið siga Shetland. Tað siga hetlendingar sjálvir, og skottar og eingilskmenn.
Og vit fáa meira av somu skuffu. »Boðskapurin hjá hesum ”nýggju” málreinsarunum er tann sami: Vertin liggur á, um tey, ið búgva á Grønhøvdaoyggjunum, tala portugisiskt og skriva og siga Cabo Verde. Í Føroyum skula vit skriva Kap Verde, tí soleiðis gera tey í øðrum londum – eitt nú í Danmark.« Soleiðis er tað nettupp IKKI sagt ella skrivað í mínum uppskoti.
Eg kann bara svara tær: Tú veitst ikki, hvat tú skrivar um. Men tú heldur teg vita.