At verkfalls-maraton bert rakar útjaðaran má halda uppat

Soleiðis sum verkfallini seinastu árini hava rakt útjaðaran, er hetta ein háðan móti innulívi, hóttan móti vanligari "fólkaligheit" og ein skaðilig ávirkan fyri menningina hjá hjá okkum, sum búgva uttanfyri Havnina.

Ein hevur hug at hugsa, at sentralu fakfeløgini hava eina nærri yvirorðnaða tilætlaða langtíðarætlan í samband við hesi verkfall, ið einans gera útjaðaranum ónáðir, at tey skulu raka útjaðaran so meint, at tey hjálpa til at gera av við hann.
Leggjast kann afturat, at greinin hjá Gunnleivi Dalsgarð í Dimmalætting leygardagin hevur ikki sanført meg um nakað annað - heldur tvørturímóti.
Hesin skrivar um "høgrarákið hevur fingið vind í seglini", um "hentar idiotar", at "fakfelagsstríðið verður gjørdd til eina pest", ella "um ein vil virða verkfallsrættin".
At sita í fjálgum stóli í Havnini, og ikki skilja, at verkfallið sum nú er bert rakar ein part, nevniliga útjaðaran, meðan alt hansara egna umhvørvi livir fullkomiliga óávirkað, um verkfallið so hevði varað í eitt ár afturat.
Mong samd við Hergeiri
Lat tað verða undirstrikað, at eg eri ikki tann einasti, sum taki undir við Hergeiri Nielsen í tí sum hann sigur - men mong við mær - har hann og alt hansara fólk líður mest undir einum árligum afturvendandi hurlivasa. - Men Vágoyggin, Sandoyggin og Norðuroyggjar líða eins væl undir hesum.
Eg mótmæli eisini, at vit verða skýrd sum mótstøðufólk av fakfeløgum, tá vit geva ilt av okkum í einum máli, sum kundi verið loyst fyri døgum, ja vikum síðani.
Vit eru ikki ímóti at verkfallsrætturin verður nýttur, men at hann verður misnýttur, soleiðis sum hann nú verður, tað kann ikki góðtakast, og serliga, at tað bert eru somu partar sum ár um ár liggja undir fyri hesum óskili, sum mest minnir um eina gíðslatøku fyri okkara øki.
At løgtingið ikki hevur lagt upp í hetta skilaleysa verkfall, sum ikki rakar Gunnleiv Dalsgarð og alt hansara geografiska umhvørvi, og tí ikki kennir nakrar avleiðingar av hesum, líkist ongum.
Nú havi eg verið burturstaddur seinastu vikuna, og tí ikki merkt so nógv til hetta.

Hetta skal loysast nú
Løgtingið átti longu beint eftir fínteljingina at havt gripið inn her, tí okkara samfelag verður fullkomiliga lagt í oyði vinnuliga og umdømi okkara á føroyskt vinnulív fellur, sum árini ganga.
- Tað hevur nú kanska ikki tann stóra týdningin fyri Gunnleiv Dalsgarð sjálvan.
Finna Ellintur Abrahamsen og Karsten Hansen ikki út av hesum nú , er neyðugt, at løgtingið fer inn, og tað er ongantíð ov skjótt.
Hergeir Nielsen, tøkk fyri tína djørvu, beinraktu og neyðugu átalu. Eg vóni, at allur tín flokkur skilir teg. - Gunnleivur Dalsgarð kann sjálvandi sita í egnum stóli og verja Føroyaland til avlívs.
Neyðugt verður hjá eini nýggjari samgongu at fáa viðurskiftini á sjóvegissambondunum millum oyggjarnar í eina trygga legu í framtíðini, so at hetta ikki endur tekur seg.