At verja seg móti eldi

Tryggingarfelag Føroya hevur í samstarvi við Brunaumsjón Landsins gjørt ein snotuligan, upplýsandi og hentan faldara, sum er ein vegleiðing til øll húski í Føroyum - Eldsbruni kann raka teg, tá ið tú minst væntar tað. Um óhappið hendir, er sera umráðandi at vera til reiðar. Men veruleikin er tíverri alt ov ofta, at fólk hava ikki tryggjað heimið nóg væl ? ella, at tey vita um lítið um eld.

Tað sigur stjórin í Tryggingarfelagnum Føroyar, Edvard Heen.

- Vit hava tí gjørt ein faldara til hvørt húskið í Føroyum, sum setir fokus á vandan við eldsbrunum. Vit vóna, at fólk taka hetta í álvara og útvega sær útgerð, bæði til fyribyrgjan og til at sløkkja møguligan eld við, sigur hann.

Í faldaranum verður eitt nú spurt, um tú veitst, at flestu deyðseldar kykna um kvøldið og um náttina, at halogenlampur kunnu gerast yvir 500 stig, at royking er atvoldin til umleið helmingin av øllum deyðseldum ? ella, at ein sodavatn er væl egnað til at sløkkja smáar eldar?

Fólk kunnu lesa um, hvussu eldur kyknar, hvussu tú best fyribyrgir, hvør trygdarútgerð er neyðug, og hvussu tú gert, um eldur kemur í.

- Nú nærkast eisini tíðin, tá alsamt fleiri nýta livandi ljós, og fleiri eldar henda ofta í jólamánaðinum, fyrst og fremst av adventskransum og jóladekoratiónum. Vit kunnu ikki ávara nóg mikið um tann økta eldváðan, sum er í hesi tíðini, sum kemur, sigur Edvard Heen, stjóri.

Lagt verður aftrat, at sleppast kann undan nógvum eldum heima við hús, um øll hugsa seg væl um.

Les faldaran, so ert tú tryggari, eru ráðini hjá Tryggingarfelagnum Føroyar.