Áland hevur bert ein lim í finska ríkisdegnum. Hann, ið situr á sessinum í løtuni, eitur Gunnar Jansson og hevur umboðað Áland í finska tinginum í samfull 17 ár.
Og tað er eingin líkasælur lokalpatriotur, ið álendingar fýra val á rað hava sett at umboða seg í Helsingfors. Fyri uttan at umboða og fremja álendsk áhugamál hevur hann gjørt seg kendan í Finlandi sum ein sera sjónligur og dugnaligur profilur í m.a. annað finskum lógar-, mannarættinda- og europapolitikki. Hann er formaður í mannarættindanevndini hjá Europaráðnum og hevur verið umboðsmaður tess í Rumenia. Í ES samanhangi er hann finnlendskt umboð og varaformaður í tí europeiska konventinum, sum skal skriva uppskot til lóg um grundleggjandi rættindini í ES, tað sum millum manna ofta verður rópt ES-grundlógin.
Í farnu vikuni viðgjørdi Gunnar Jansson í tíðindaskrivi í álendsku bløðunum og í samrøðum við álendska útvarpið støðu Álands í ES sum eitt lítið sjálvstýrandi oyggjaland, nú Europeiska Samveldið stendur framman fyri møguliga at skula víðkast úr 16 upp í 28 lond.
Jansson sær stórar vansar fyri framman. Í einum víðkaðum ES minkar bæði umboðanin og ávirkanin hjá serliga teimum smáu statunum. Tingmannatalið í Europatinginum hjá núverandi limastatunum fer í sambandi við víðkanina at minka við einum triðingi. Og hjá teimum sjálvstýrandi (autonomu) økjunum kunnu allir møguleikar fyri ávirkan hvørva. Áland hevur talað fyri at Finland skal lata Álandi eitt av teimum 18 finsku umboðunum í Europatinginum. Hetta fer at vera ógjørligt at fáa ígjøgnum, tá finska umboðanin minkar niður í 13 umboð. (Fólkatalið í Álandi er hálvt prosent av tí finska).
Einasta pallur í ES-skipanini í dag, har Áland hevur beinleiðis møguleika fyri at føra fram síni sjónarmið, er tað sokallaða Landspartaráðið, á svenskum Regionkommitén. Hetta er tó fyrst og fremst eitt forum fyri samrøðu millum landspartastýri í Europa. Ráðið hevur einki formelt vald og kann bert koma við áheitanum og tilmælum til ráðandi ES-myndugleikarnar. Men sjálvt her er torført hjá einum lítlum øki sum Álandi at koma ígjøgnum, tí meginparturin av limunum í ráðnum umboða landspartar, sum hvør sær eru størri enn alt Finland, eitt nu týsku bundeslondini og sponsku regionalparlamentini.
Í løtuni arbeiðir ráðið fyri, at teir landspartar og tey sjálvstýrandi øki, ið hava egin lóggevandi ting, skulu fáa sjálvstøðugan talurætt fyri ES-dómstólinum, tá ið limastatirnir ikki virða rættindini hjá teimum sjálvstýrandi økjunum/landspørtunum. Men einki bendir í løtuni á, at ráðið fer at fáa tillutað nakran beinleiðis myndugleika á hesum økinum heldur.
Jansson eggjar álendingum at stríðast fyri størri rættindum og meiri beinleiðis ávirkan í ES. Hann metir, at Álendska løgtingið og landsstýrið mugu gera seg hoyrd í sambandi við stjórnarráðstevnuna, sum ES heldur í ár fyri at fastleggja eina nýggja samveldisskipan við atliti til tað økta talið av limalondum, sum væntandi verður um nøkur ár. Annars missir Áland kanska allar framtíðar møguleikar fyri ávirkan á egin viðurskifti í ES.
Men hvørjar eru álendsku royndirnar av ES-limaskapinum higartil?
Áland valdi at fylgja við Finlandi inn í ES 1. januar, 1996. Í sambandi við innlimanina fekk Áland týðandi sømdir, sum hava búskaparligar fyrimunir við sær, ið ikki finnast aðrastaðni í ES. Týdningarmest vóru varðveitanin av álendska heimbygdarrættinum, ið tryggjar at bert borgarar, ið búgva og hava havt fastan bústað á Álandi í minst 5 ár út í eitt, hava loyvi at keypa fasta ogn og reka vinnuvirksemi á oyggjunum. Hin var varðveitanin av tax-free søluni eftir, at hon varð avtikin í restini av ES tann 1. juli í fjør. Heimbygdarrætturin tryggjar, at skergarðstrendurnar, ið eru sera væl umtókt og eftirtráaði frítíðarøki hjá bæði álendingum og útlendingum, ikki verða keyptar upp av svenskum og finskum ríkfólki. Tax-free undantakið tryggjar lønsemið hjá álendsku reiðaríunum, sum sigla við risaferjum millum Svøríki og Finland um Áland.
Men ES hevur samstundis víst seg at vera eitt tvíeggjað svør fyri álendska sjálvstýrið. ES ger ikki mun á sjálvstýrandi økjum og vanligum landspartastýrum, og tí má alt samskifti millum ES og tey sjálvstýrandi økini ganga um statsstjórnirnar. Og fyri Áland hevur hetta havt við sær, at vald og avgerðarrættur, sum annars var komin á álendskar hendur er gliðin aftur til Helsingfors. Talað verður um ein sonevndan valdsleka í sambandi við ES-innlimanina. ES góðtekur bert ein aðalmyndugleika í hvørjum limastati fyri hvørt umsitingarøki. Tað merkir, at hóast t.d. fiskivinnulóggáva er yvirtikið øki sambært álendsku sjálvstýrisskipanini, so viðurkennir ES bert finsku fiskivinnumálaráðið sum part og myndugleika, tá avgerðir skulu takast í viðurskiftunum millum Áland og EU á hesum øki. Um álendskir myndugleikar vera hoyrdir í tílíkum førum, verður avgjørt á stjórnarskrivstovunum í Helsingfors, ofta á embætismannastigi.
Álendsku royndirnar higartil sum limir í EU vísa, at møguleikarnir at gera seg hoyrdan og at ávirka egin viðurskifti eru sera avmarkaðir hjá einum lítlum, sjálvstýrandi landi ella øki. Og framtíðarútlitini eru einki mætari.
Í Føroyum hevur hugurin at fara upp í ES verið sera avmarkaður orsakað av fiskivinnupolitikkinum. Kortini hoyrir tú oftari og oftari alment og millum manna tankan vera havdan á lofti ? víst verður til marknaðaratgongdina v.m.
Í hesum sambandi er ein týðulig niðurstøða at draga burtu úr álendsku royndunum. Vil ein teinkja tankan til enda, at Føroyar skulu gerast partur av ES, so ber ikki til í verki at varðveita verandi stýrisviðurskifti millum Føroyar og Danmark. Tað má antin gangast fram ella bakkast. Antin fara upp í sum ein egin statur, ella aftur knýta seg tættari at Danmark og ein ?í ES-samanhangi- vanligur danskur landslutur.
Mikkjal Helmsdal,
Áland











