At vaksa við skili – og fyri fólk

Tíbetur eru vit so nógv fleiri, sum velja Føroyar og Tórshavnar Kommunu sum okkara heim. Fólkavøksturin hevur ongantíð verið størri enn undanfarnu 5 árini.

Men vit kenna øll, at bústaðarmøguleikar, trivnaður, umhvørvi, ferðsla og tilboð til børn og eldri, hava ringt við at fylgja við.

Og vit kenna øll frá øðrum londum, hvussu stórbýir kunnu vaksa við ógvusligum byggingum, íbúðarblokkum og høghúsum, har bert vøksturin, fermetratalið og inntøkur hjá entreprenørum og jarðareigarum er endamálið – meðan trivnaður, umhvørvi og lívsvirði fyri fólk detta burturímillum.

Hetta skal og má ikki henda í Tórshavnar Kommunu, eins og vit hava sæð dømi um á Karlamagnusarbreyt í Hoyvík.

Vit skulu byggja á tað, sum altíð hevur verið eitt serligt virði og eyðkenni í føroyska samfelagnum á bygd og í bý: At vit búgva í býlingum og grannaløgum, sum ikki býta fólk sundur eftir inntøku, starvi, aldri ella bakgrund. Men har ymisk fólk og ymiskir aldursbólkar kunnu búgva, trívast og liva saman.

§  Har vit skulu varðveita tey søguligu og mentanarligu virðini í hvørjum einstøkum plássi.

§  Har vit í nýbygging byggja á tað besta í okkara søgu og mentan.

§  Har vit skapa atkomiligheit hjá øllum.

§  Har vit ganga grønu leiðina og fáa bíligari og burðardyggari orkuloysnir.

§  Fyri hvønn býarpart og hvørja bygd sær skulu vit tryggja, at trivnaðurin hjá fólkinum stendur fremst í allari bygging, og at grøn øki, náttúra, spælipláss, felagsøki, ferðslutrygd og parkeringsviðurskifti standa sum fremstu virði í býlingum og grannaløgum.

Fyri meg, er hetta ein av grundarsteinunum undir at fáa eina vælvirkandi kommunu, har øll – ung sum eldri vilja liva og virka.

Gunnar Djurhuus,

valevni fyri Tjóðveldi á lista E til Tórshavnar Kommunu