A. Guttormur Djurhuus hevur viðmerking um tørv í Sosiali nr. 245. Hann skrivar at tørvurin er definerbarur og tí er hann at metta. Tær tørvar ikki at drekka champagnu ella cognac. Men tær tørvar at drekka vatn. Tú kanst ynskja at drekka fínt, men tær tørvar tað ikki. Tí ber tað til, at lata eftir evni og nýta eftir tørvi, men tað ber ikki til at lata eftir evni og nýta eftir ynski.
Men tað er ikki eitt vælferðarsamfelag, um man bara kann lata eftir evni og nýta eftir tørvi. Fyri at yvirliva krevst ikki sentralvarmi, man kann fáa sær grúgvu í staðin. Í staðin fyri wc pappír, kann man brúka rabarbubløð. Og man tørvar ikki at hava wc, man kann bara skíta í eina bukku ella niðri í fjøruni.
Sum teknikkurin útviklar seg økist tørvurin. Í dag er tað neyðugt at hava t.d. eina teldu um man skal hava eina útbúgving og tær tørvar eina útbúgving fyri at fáa arbeiði. Einaferð var teldan eitt tól ið man ikki tørvaði og fyrr kundi hendan kallast luksus. Einaferð var sjónvarp eitt luksus hjá ríkum, í dag er mær vitandi ikki loyvi hjá pantifútanum at taka tað frá tær, tí man tørvar tað í dag. Tað sum fyrr var luksus er nú neyðugt at hava fyri at yvirliga í einum nútímans samfelag. Og tað er uppgávan hjá einum vælferðarsamfelag at tryggja fólki tað sum man tørvar fyri at kunna yvirliva og liva. Tað ber saktans til at koyra tørvin niður á eitt absolutt minimum og ynskja tað. Men um man bara skal hava tað absolutta minimumi fyri at yvirliva er tað ikki nakað vælferðarsamfelag, men tað er kanska tað ið man vil?
Jóannes á Stykki