Hvat starv hevur tú?
Eg eri morgunvertur á Rás2
Hvat er tað besta við starvinum?
Tað besta við starvinum er tann góða atmosferan í Miðlahúsinum og at eg møti nýggjum fólki hvønn dag.
Hvat stressar teg?
Eg haldi ikki at eg blívi stressað av nøkrum. Jú kanska um okur skulu hava eina framførðslu og ikki hava havt nóg nógvar venjingar.
Hvat ger teg í góðum lag?
Eg eri altíð í góðum lag, eri sera positiv av lyndi og gleðist yvir at síggja at fólk, sum kanska hava havt tað trupult, nú hava fingið tað betur .
Hvat ger tú í frítíðini?
Eg havi tvey deilig børn, sum mær dámar væl at spæla og hugna mær við, so nógv av mínari frítíð fer við at vera saman við teimum.
Hvussu nógv fyllir tónleikurin?
Í summar havi eg ikki havt so nógv at gera og tað er eisini fínasta slag. Nú í vetur eri eg umbiðin til fleiri tiltøk, so tað gleði eg meg nógv til, men eg syngi ella tralli alla tíðina okkurt, og so venja okur einaferð um vikuna. So tónleikurin fyllur eitt sindur.
Hvat er besta tónleika uppliving tú hevur havt?
At standa við míni egnu fløgu í hondini, tað var fantastiskt. Men um tað ikki telur við, so vil eg siga at tað var á Summarfestivalinum 2013. Tá spældi eg á stóra palli, tað var ótrúliga stuttligt, eg væntaði mær at tað fóru at vera nøkur fá folk sum komu at lurta, men eg bleiv tikin á bóli. Tað komu nógv, nógv fleiri enn eg hevði roknað við.
Hevur tú áhuga fyri ítrótti?
Eg má viðganga at eg eri ikki so ítróttaáhuga fyri tíðina, hyggi av og á í sjónvarpið tá Liverpool ella Manchester United spæla, avtíð at onkur í húsinum heldur við teimum. Sjálvandi hyggi eg eisini tá okkara egna landslið spælur. Sjálv havi eg spælt bæði fótbólt og flogbólt sum ung, men eftir at børnini komu valdi eg prioritera ítróttin frá.
Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?
Mær dámar allan tónleik, men lurti fyri tað mesta eftir country, tað passar best til mítt tempramang, haldi eg. Fyri tíðina lurti eg nógv eftir George Jones og Buck Owens.
Hvørjum hyggur tú at í sjónvarpinum?
Eg hyggi ikki nógv eftir sjónvarpið, men eitt sum mær og børnunum dáma væl at hyggja eftir er Extrem Home Makover.
Hvussu eru tínir matvanar?
Uha! Eg eri eitt lítið sindur kræsin, leggi ikki so nógv í fisk og birkis á rundstykkunum. Men annars so royni eg at eta allan mat.
Hvat er tín lívrættur?
Mín lívrættur er seyðarhøvd, tvøst og turran fisk við eplum og eitt sindur av smør, tað smakkar.
Er tú til hundar ella kettur?
Eg eri meira til hundar, haldi kettur eru oftani so lumskar og óútrokniligar og so klóra tær so illa eisini.