At seta ilt millum fólk!

Uttanríkispoltikkurin hjá tjóðveldisflokkinum váttaður:
At seta ilt millum fólk!

Eitt av endamálunum við fullveldisætlanunum hevur verið, at Føroyar skuldu fáa sín pláss á heimspolitiska leikpallinum, ella ?eina flaggstong í New York?, sum tað hevur verið tikið til. Hetta kann eisini vera ein góður tanki. Í heimspolitikkinum eru nógvar góðar kreftir, sum royna at bøta um støðuna í heiminum, og her er altíð brúk fyri góðum kreftum afturat. Tí tað vísir seg nevniliga, at uttan mun til, hvussu nógvar kreftir ið eru, sum vilja byggja upp, so eru eins nógvar, sum vilja bróta niður, og tað er so nógv lættari. Miðeystur er eitt gott dømi um hetta.

Tjóðveldisflokkurin fingið platform.
Tjóðveldisflokkurin fekk við fólkatingsvalið ein platform, sum kann vísa, hvat flokkurin stendur fyri á hesum øki. Hann hevur eisini longu staðfest, hvønn leiklut flokkurin ætlar sær at hava í viðurskiftum millum lond.
Og kann hetta verða lýst við ráðstevnuni, sum mitt í februar var hildin í Grønlandi, har viðgjørdir vórðu teir ymsu møguleikarnir fyri sjálvstýri hjá einum landi sum Grønland, og tjóðveldisflokkurin á fólkatingi var umboðaður.
Henda ráðstevna varð viðgjørd sum høvuðstíðindi í ?Fregnir?, sum má roknast at vera málgagn fyri nevndu umboð, og tað vóru eisini hesi, sum eru keldan til hesi tíðindi. Íslendski professarin Gudmundur Alfredsson hevði eina framløgu um gongdina, tá Grønland í 1954 samb. donsku grundlógini gjørdist ein javnsettur partur av Danmark. Í fráboðan til ST hevði danska stjórnin ivast í, um fólkið í Grønlandi kundi kallast eskimoar, tí upprunafólkið var so nógv blandað við europearar.

Tjóðveldisflokkurin: ?Donsk statsrasisma?.
Hetta fekk onkran grønlendskan politikkara at tosa um danska ?statsrasismu? á fundinum. Og hendan boðskapin hevur tjóðveldisflokkurin á fólkatingi verið skjótur at fáa útbreiddan í Føroyum. Lutvíst sum høvuðssøgu í Fregnir, men ikki minst á teimum ?spísiseðlum?, sum hava hingið í hvørjum kioskglugga í eini heilari viku. Og Fregnir kann frøa seg um, at henda ?avdúking? skal hava skapt eina rættuliga øsing í Grønlandi.

Men hvat siga tey í Grønlandi?
Tað áhugaverda er tó, hvat grønlendsku bløðini hava skrivað um hetta mál. Tað eru tvey stór landsumfatandi bløð í Grønlandi, nevniliga AG/Grønlandsposten og Sermitsiak, og tað er sera áhugavert at staðfesta, hvussu hesi bløðini hava tikið ímóti hesum boðskapi.
AG/Grønlandsposten hevur eina sakliga frásøgn frá ráðstevnuni, men Gudmundur Alfredsson er als ikki tikin uppá tungu og enn minni eru hansara sjónarmið umrødd.
Sermitsiak hevur umrøðu av íslendska professaranum, men hansara sjónarmið um ?statsrasismu? eru als ikki nevnd. Men blaðið hevur eina oddagrein, sum meira enn annað vísir munin millum eitt seriøst blað og eitt sum ikki er tað. Fyrst verður nevnt, at danska professarin dr.jur. Frederik Harhoff, sum eisini var við á ráðstevnuni, er púra ósamdur við Alfredsson. Og Harhoff er júst blivin doktari uppá eina drúgva ritgerð um júst hetta evnið, nevniliga støðuna hjá Føroyum og Grønlandi í ríkisfelagsskapinum. So tað er ikki givið, at talan er um ein bíbilskan sannleika hjá Alfredsson!

Boðskapurin elvir til hatur millum danir og grønlendingar.
Í oddagreinini verður víst til orðaskiftið, sum hevur verið í Grønlandi um hesi sjónarmið. Tað er gott við orðaskifti, sigur blaðið, men í hesum førinum ?kan (det) let... få den konsekvens, at der opstår et had til Danmark og danskerne og altså en ny splittelse mellem de to befolkningsgrupper... det er ikke godt, at en hel befolkning inklusiv alle de danskere, der er taget til Grønland for at udføre et stykke arbejde, de er blevet bedt om, bliver lagt for had.
Seinni verður sagt í oddagreinini: Der er ingen tvivl om, at Danmark på de fleste områder i forholdet til Grønland lever op til internationale krav. Men på et par områder svigter Danmark. Det er i forhold til ejendomsretten til jorden og undergrunden, og det er i forhold til sikkerheds- og udenrigspolitik. På begge områder bør Danmark tage sin stilling op til revision...
Fleiri danskar stjórnir hava annars viljað tikið júst hesi mál upp.

Alfredsson setir ilt millum bróðurfólk.
Tað er rættuliga greitt, at grønlendska blaðið metir uppgávuna hjá Alfredsson vera at seta ilt millum danir og grønlendingar og at skapa hatur millum hesi fólkini. Og sum tey ábyrgdarbløð tey grønlendsku eru, vilja tey ikki medvirka til nakað, sum ríður so lágt sum hetta.
Tað er neyvan ivi um, at verður farið at grópa í skjøl upp til 50 ár aftur í tíðina verður lætt at finna prógv fyri, at ?danir hava verið fanar? í Grønlandi, um tað bert verða tikin tey ?prógv? sum hóska endamálinum. Men ein skal nærum vera ?professari? fyri at síggja burtur frá øllum tí, sum annars er hent seinni í Grønlandi á sjálvstýrisøkinum. Verandi heimastýrisskipan í Grønlandi er jú vorðin til í semju við valdar grønlendskar myndugleikar í 1979, og hon er enntá góðkent við eini fólkaatkvøðu. Her skal eisini vera havt í huga, at Grønland er einasta øki í ES, sum er farið út úr ES eftir at hava verið innlimað. Hetta høvdu teir ikki kunnað gjørt uttan danskan stuðul. So danir hava sanniliga virt grønlendsk sjónarmið í nýggjari tíð.

Grønlendsku bløðini troysta sær ikki...
Grønlendsku bløðini hava tilvitað ikki vilja tikið táttin upp um donsku ?statsrasismuna?.
Tey vita, sum øll onnur, at rasisma er eitt tað mest ræðuliga fyribrigdi, sum kann hugsast. Ikki minst tá talan er um ?statsrasismu?, t.v.s. tá staturin stendur fyri rasismu.
Her kann bert verða hugsað um nasismu í Týsklandi og apartheid í Suðurafrika, har politikkurin hjá statinum júst var grundaður á rasismu. Og at fara at leggja danska statin undir rasismu, grundað á ein einstakan setning í einum 48 ára gomlum skjali, helst skrivað av embætismanni, sum neyvan er til longur, tað hava grønlendsku bløðini ikki troystað sær. Bløðini vita eisini, at hetta er sera kensluborið evni, sum meira enn annað kann tendra eld í. Hetta kann hava avleiðingar við sær, sum ein bert kann ímynda sær við ræðslu. Tí er tað bert skrupulleysir politikkarar, sum kunnu nýta slíkt sum vápn.

...men tað gera tjóðveldisflokkurin og Fregnir!
Eitt er at tjóðveldisflokkurin, sovæl í landsstýri sum nú á fólkatingi, roynir at seta ilt millum føroyingar og danir. Hetta hevur nú eydnast rættuliga ?væl?.
Men tað má roknast at vera óhoyrt, at tað skal vera politikkur hjá einum flokki í einum landi at seta ilt millum fólk í tveimum øðrum londum. Tað sum lýsir hesa mannagongd meira enn nakað er, at tey sjónarmið, sum tjóðveldisflokkurin dyrkar í sínum málgagni í Føroyum í Grønlandi verða mett at fáa ta avleiðing, at ?der opstår had til Danmark og danskerne?. Hesum hava teir ikki áhuga fyri í Grønlandi...

Dok.
Grundað á ?óheftan? íslendskan professara verður danski staturin lagdur undir rasismu. Hetta er ein boðskapur, sum er funnin fressur hjá teimum á Fregnum og teirra fólkatingsumboðan. Tí hevur boðskapurin eisini hingið í hvørjum kioskglugga í eini viku, so hann eisini skal sleppa at ?siva? inn hjá føroyingum.
Hetta er ein greið roynd at stuðla uppundir ta somu ávirkan, sum hesin boðskapur var ætlaður at hava í Grønlandi. Afturat hesum leggur flokkurin seg útí viðurskiftini millum grønlendingar og danir við at royna at seta ilt millum hesi fólkini.
Men grønlendsku bløðini hava, mótsatt Fregnum, víst hesum boðskapi frá sær. Tey meta nevniliga henda boðskapin at elva til hatur til danir. Men hesum hava tey ikki brúk fyri. Í Grønlandi!