At súkkla úti er in

- Skal eg siga sum er, hava vit so nógv at gera at vit hava ikki fyri neyðini at lýsa. Faktiskt hava vit ov nógv at gera, sigur Tróndur Simonsen, súkkluhandlari í Kollafirði.

Kollafjørður: Tey fara súsandi framvið bygdini í bilum sínum.


Men tey flestu munnu kortini leggja merki til skeltið Norðuri í Sundum, sum vísir til súkkluhandilin á staðnum.


Tey flestu leggja helst bert merki til sjálvt skeltið, men ein hópur av teimum leggja tó eisini leiðina inn í súkkluhandilin.


- Vit hava úr at gera, siga tey bæði Tróndur og Una Simonsen. Hon tekur sær av søluni, meðan hann í størstan mun tekur sær av at umvæla súkklurnar, tey sjálvi hava selt.


Tey byrjaðu fyri nøkrum árum síðani, men tá sølan bara vaks og vaks komu tey at standa í eini løgnari støðu: Annaðhvørt at gevast ella halda fram undir betri umstøðum.


Tey valdu tað seinna, og í desember mánaði í 2004 lat Súkkluhandilin upp í snotiligum hølum norðarlaga í Kollafirði.


 <?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>


Sannar súkklubygdir<o:p></o:p>


Tey bæði í Súkkluhandlinum hava við frøi staðfest, at føroyingar eru farnir at súkkla meiri og meiri.


Fyri nakað nógvum árum síðani var tað ein serrættur og gav støðu í samfelagnum at eiga eina súkklu. Tá fóru menn í fín klæðir, tá teir fóru við súkkluni.


Í dag er støðan hinvegin hon, at tað at eiga ein súkklu er vorðið meiri og meiri vanligt.


Serliga á ávísum økjum ella bygdum eru súkklur at finna í hópatali. Tey hava selt súkklur í suður og norður, til Mykinesar, Húsar  ja, í roynd og veru allastaðni.


Millum tey áðurnevndu støðini við nógvum súkklum eru t.d. heimstaðið Kollafjørður, men eisini Sandur, Eiði og Vestmanna eru áhugaðar bygdir, tá talan er um talið av súkklum. Talan er í roynd og veru um sannar súkklubygdir, sum tey taka til.


 <o:p></o:p>


Vandamikið ítriv


Eitt er at eiga eina súkklu, meðan eitt heilt annað er at brúka tær. Trupulleikin er bert tann, at nógvastaðni tora fólk  og serliga børnini  illa at brúka súkkluna.


Orsøkin til hetta er hin einfalda, at umstøður als ikki eru til súkkling á alfaravegi. Í veruleikanum er bert eitt einstakt strekki í øllum landinum, har hesar umstøður eru fyrstafloks  tað er teinurin av Norðasta Horni og oman móti býnum.


Tey bæði í Súkkluhandlinum er kortini samd um, at tað er ikki nøkur stór íløga at betra hesar umstøðurnar: Tað skal ikki meiri til enn at ein ger eina eyka breyt við síðuna av vegnum, tá vegastrekki verða gjørd ella breiðkað kring landið.


- Vit hava verið í samband við løgreglu og aðrar myndugleikar fyri at vísa á hesi viðurskiftini. Men enn er so einki ítøkiligt hent, siga Tróndur og Una.


 <o:p></o:p>