Kennir tú onkran við sálarsjúku?
Stríðist ein av tínum nærmastu við sálartrupulleikar?
Tað kann vera maður, dóttir, systir, mammubeiggi, svágur, starvsfelagi ella granni tín. Tá tað rakar í tínum nærumhvørvi – hvat gert tú tá?
Leygardagin 1. mars varpa Sinnisbati og Psykiatriski Depilin ljós á støðuna hjá teimum avvarðandi. Úr ymiskum sjónarhornum verður støðan hjá teimum við sálartrupulleikum og teirra avvarðandi lýst.
Skráin fyri evnisdagin er fjølbroytt og nomið verður við nógv ymisk viðurskifti, sum knýta seg at tí, at verða avvarðandi hjá sálarsjúkum
Á evnisdegnum fáa vit m.a. vitjan úr Noreg og Danmark.
Andrea Fisker, sálarfrøðingur fer á evnisdegnum, at seta orð á alt tað vit ikki tosa um viðv. sálarsjúku. Um fyrilesturin sigur Andrea: ”Tað er eitt stórt tabu knýtt at sálarsjúku. At seta orð á hetta tabu, kann verða við til at opna okkara eygu og bjóða okkara vanahugsan av. Mínar royndir við at undirvísa sálarsjúkum og teirra avvarðandi siga mær, at tað ofta setur nógvar tankar í gongd og veksur um tolsemi, tá borðreitt verður við øðrvísi spurningum, sum kunnu geva øðrvísi svar og eina øðrvísi áskoðan á sálarsjúku”.
Esther Risstubben tekur lut á evnisdegnum við einum fyrilestri um: Hvussu skapa vit vón og lívsmátt innan sálarfrøðiliga viðgerð, har bæði tann sálarsjúki og tey avvarðandi eru ein virkin partur. Esther hevur drúgvar royndir innan avvarðandi-arbeiði, hon var m.a. verkætlanarleiðari, tá ein virkisæltan fyri avvarðandi varð gjørd í Noreg. Hon fer á evnisdegnum at greiða frá, hvat er umráðandi at hava í huga, tá tað kemur til avvarðandi hjá sálarsjúkum.
Á evnisdegnum fer eisini Hallur Gilstón Thorsteinsson, cand.mag. í sálarfrøði og heimspeki, at hava fyrilesur við heitinum ”Tá børn eru avvarðandi”. Hallur fer í sínum fyrilestri at vísa á, at tað at vaksa upp í eini familju, har antin annað ella kanska bæði foreldur hava sálarsjúku, kann hava stóra ávirkan á børnini. Ofta verða hesi børn gloymd - ella slettis ikki sædd - tá hjálp skal veitast familjuni; tað er jú mamman ella pápin, ið eru vorðin sjúk - ikki barnið. Hetta kan hava álvarsligar fylgjur fyri hesi børn. Fyrilesturin snýr seg um, hvussu sálarsjúka í familjuni ávirkar barnið, hvørji eykenni gerast sjónlig, og hvussu vit stuðla børnunum á besta hátt.
Á evnisdegnum taka eisini hesi lut:
Annlis Bjarkhamar, samskipari: At síggja við hjartanum.
Sum avvarðandi eru vit kensluliga knýtt at tí sálarsjúka. Hvussu ávirkar hetta okkum? Hvat hava vit, sum avarðandi, tørv á?
Jógvan Fríðriksson, bispur: Vónin, eitt ískoyti til trivnað ella trivnaður?
Tann ítøkiligi veruleikin er ikki alt avgerandi. Fatanin, - hugburðurin myndar lívið. Vónin er sum einar opnar dyr, ein møguleiki. Dagurin í dag er framtíðin, tá vónin leiðir ávegis.
Tormóður Stórá, depilsleiðari: Nærverandi avvarðandi.
Hvussu kunnu tey avvarðandi gerast ein natúrligur partur av viðgerðini hjá tí sálarsjúka?
Lena og Niclas seta sín dám á dagin við tónleiki.
Evnisdagurin er bæði fyri tey avvarðandi, tey við sálartrupulleikum og tey, sum starvast innan øki, har tey koma í samband við fólk við sálartrupulleikum og/ella teirra avvarðandi.
Stað: Norðurlandahúsið
Tíð: Leygardagin 1. Mars kl. 9.00-16.00
Kostnaður: 400 kr (við í prísinum er eisini kaffi og ein máltíð á miðdegi)
Til ber at tekna seg til evnisdagin við telduposti: sinn@email.fo ella á tlf: 50 76 32
Seinasta freist at tekna seg til evnisdagin er hósdagin 21. Februar
Evnisdagurin er partur av eini størri verkætlan, sum snýr seg um at betra um umstøður og tilboð til avvarðandi hjá fólki við sálartrupulleikum. Les meira um verkætlanina á www.sinnisbata.fo