At tað ber til at sita á útoyggj, har 10 fólk búgva og geva bøkur út, eru tey bæði Árni Dahl og Marianna Debes Dahl dømi um. Á forlagnum Fannum hava tey nú í 20 ár givið 90 bøkur út, sjey komu í fjør, seks í ár og komandi ár eru nógvar spennandi útgávur í umbúna.
- Tað er eingin forðing at búgva á útoyggj og fáast við slíkt arbeiði. Vit hava alla neyðuga útgerð. Tað ber til at røkja alt samstarv og samskifti við prentsmiður og høvundar higani. Viðhvørt er postsambandið ikki nóg skjótt, men tí ber til at leggja upp fyri, sigur Árni Dahl.
Seinastu tvey árini eru 260 bøkur komnar út, harav hava Fannir givið 13 út ella uml. 5%. Taka vit forløgini, sum fáa stuðul frá tí almenna frá, tosa vit um 10% av marknaðinum. Og tað er alt gjørt av Flatabeiti í Hattarvík, har Árni og Marianna búgva.
- Av teimum 13 bókunum vit hava givið út seinastu tvey árini hava vit ikki fingið nakran vinning. Fyrraárið høvdu vit eitt undirskot uppá 6000 krónur og í fjør eitt yvirskot uppá 7000 krónur. Tað eg fái løn fyri er fyri arbeiði eg geri uttan um forlagið, sigur Árni Dahl.
Á tíðindafundinum fríggjadagin í Hattarvík fer Árni Dahl at greiða frá útgávuvirkseminum og vánunum at arbeiða á útoyggj. Tað er kanska fyrstu ferð í søguni, at tíðindafundur verður í Hattarvík, men tað er ikki uttan orsøk, at Fannir hava tikið hetta stigið.
- Fjølmiðlafólk forsøma heilt greitt útoyggjarnar. Eg eri væl vitandi um, at teir ikki hava so stóra fíggjarorku. Tað er lættast hjá fjølmiðlunum at arbeiða í Havn, men eg haldi kortini, at teir áttu at skeitt út um landið meiri enn teir gera, sigur Árni Dahl.
Útgávurnar
Útgávurnar hjá Fannum í ár eru Ensk lániorð í føroyskum eftir Tórð Jóansson, Marianna Debes Dahl hevur týtt úr enskum. Yrkingasavnið Soflúgv eftir Sigri M. Gaini. Yrkingasavnið Skil eftir Oddfríð M. Rasmussen. Dekameron 2. bind eftir Giovanni Bocaccio, Hanus D. Joensen hevur týtt. Søga og stev 4. bind eftir Árna Dahl. Streingir, ið tóna, savn við yrkingum eftir Símun av Skarði, Turið Sigurðardóttir ritstjórnar.
Ætlanin er at ritverkið hjá Símuni av Skarði skal koma út í fimm bindum.
- Símun av Skarði yrkti sína fyrstu yrking í 1896, tá ið hann var 24 ára gamal. Hansara seinasta er frá 1937, fimm ár áðrenn hann doyr. Í tíðaryvirlitinum síggja vit, at í árunum 1903-16 yrkti hann tveir triðingar av yrkingunum yvirhøvur og tað er í teirri tíðini, har hann var serliga virkin sum útgávumaður. Í 1903 kemur Jóla- og nýggjársbók fyrstu ferð, Ungu Føroyar komu í 1907 og tað er rundan um hetta, umframt tað at stríð er um undirvísingarmálið í skúlanum, at Símun er serliga virkin. Í savninum eru eisini yrkingar, sum ikki hava verið prentaðar fyrr. Seinasta bindið í ritverkinum eru viðmerkingar til alt savnið, sum Turið Sigurðardóttir ger. Tað er 100 ára dagur fyri Føroya Fólkaháskúla komandi ár, nú seta vit á og so vóna vit, at undirtøkan verður so mikið góð, at vit kunnu halda fram og geva 2. og 3. bind út næsta ár, sigur Árni Dahl.
Flaggskipið hjá Fannum er Bókmentasøga 1-3, sum Árni Dahl skrivaði og gav út síðst í sjeytiárunum og fyrst í áttatiárunum. Og hóast tær hava selt sera væl og framvegis eru við til at fíggja útgávurnar hjá Fannum hevur Árni Dahl onga ætlan um at dagføra tær.
- Vit hava ein stovn, har fólk sita í løntum starvi sum bókmentaundirvísarar og -metarar og tað er uppgávan hjá viðkomandi stovni at koma við eini bókmentasøgu, sigur Árni Dahl.
At Árni og Marianna Dahl fyri 20 árum síðani tóku stig til at stovna forlagið Fannir kom millum annað av, at tað tók so ómetaliga langa tíð at fáa eina bók út.
- Viðhvørt kundu 2-5 ár ganga til eitt handrit kom út í bók. Men tað hevði sjálvandi eisini nakað at gera við, at tað er stuttligt at fáast við útgávuvirksemi, bæði at leggja til rættis og at hava samskifti við høvundar. Tað er einki gullnám at fáast við, men at fáa eina lidna bók í hondina er nakað heilt serligt.
Tað liggur væl ein formur fyri idealismu í?
- Jú, avgjørt. Skulu vit yvirliva sum tjóð mugu bókmentir koma út og hetta er arbeiði sum onkur skal gera.
Ein neisti til okkurt nýtt
Heitið á forlagnum er ímyndarligt. Fannir liggja í fjøllum og skína, tað hvíta lýsir burtur úr tí svarta, og soleiðis kunnu vit siga um útgávurnar hjá forlagnum. Tað hevur ein øðrvísi útgávupolitikk enn hini forløgini og gevur bøkur út, serliga nýskapandi, ið onnur ikki gera.
- Mær dámar best at fáast við útgávur hjá ungum óroyndum fólki, sum vit ikki vita framman undan verða til nakað, men sum er spennandi at fáast við. Tey hava vit lagt høvuðsdentin á. Kanska eru tær ein neisti til okkurt nýtt, kanska ikki. Tað er spennandi at síggja okkurt sagt upp á ein nýggjan máta. Og eg haldi vit hava rakt rættiliga væl. Tóroddur Poulsen til dømis gav ikki sítt savn út hjá okkum, men kom skjótt til okkara og í dag er hann eitt navn, sum hevur sligið seg fast. Petur Jensen hevur givið bæði søvnini út hjá okkum. Somuleiðis Oddfríður Rasmussen og Sigri Gaini. Hetta er alt lýrikkur og tað er vanligt, at tað nýggja sum hendir innan bókmentir kemur fyrst fram í bundna skaldskapinum, sigur Árni Dahl.
Hóast skaldskapurin hjá ungum fólk vigar tungt í útgávupolitikkinum hjá Fannum hevur forlagið eisini givið bøkur út hjá fólki, sum eru komin framat og sum hava lagt nógv úr hondum umframt heimsbókmentir, eitt nú Kalevalla og Dekameron. Somuleiðis eru ritsøvn komin út eftir føroyskar høvundar, til dømis fyri tveimum árum síðani Bókmentamaðurin M.A. Jacobsen og í fjør savn við bundna skaldskapurin hjá Steinbjørn B. Jacobsen.
Vegleiðingein veikur partur
Skrivandi fólk í Føroyum hava mangan fýlst á, at forløgini ikki hava munadyggari vegleiðing. Vegleiðingin er mest sum bara málslig og tað er ikki nóg gott.
- Tá ið vit tosa um munadygga vegleiðing tosa vit um forløg sum eru skipað við løntum fólki, forlagsstjóra og fólki, sum leggja ráð bæði málsliga og innihaldsliga. Á einum forlagi sum koyrir við sjálvbodnari arbeiðsmegi verður tað givið ov lítið vegleitt. Mín størsti áhugi er tað málsliga, men eg havi varliga altíð lagt ráð um tað innihaldsliga eisini. Hinvegin, tað sum kemur frá ungu yrkjarunum er ikki altíð so lætt at fara inn í, viðhvørt hava vit verið varin við at pilka við tað.
- Vegleiðing er ein týdningarmikil partur uttan mun til, hvør tað er sum kemur við einum handriti, men í Føroyum er tað ein veikur partur. Og tað kemst helst av, at forløgini standa á veikum beinum. Í Føroyum eru bara tvey forløg, sum hava umstøður til at hava skipað viðurskifti hesum viðvíkjandi. Men tað kann eisini merkja, at útgávupolitikkurin kann gerast øgiliga stívur, tá ið nógv orka verður løgd í vegleiðing, tí tá gongur so long tíð til bøkurnar koma út, ofta upp í fleiri ár, sigur Árni Dahl.
Tá ið vegleiðingin høvundarnir fáa ikki er nøktandi fáa ummælini ein serligan týdning, men heldur ikki á hesum øki er støðan nóg góð.
- Viðvíkjandi ummælum er støðan versnað seinastu árini og tað kann tykjast løgið, tí vit hava fingið fleiri útbúgvin fólk, sum kundu tikið sær av hesum. Støðan var frægari í sekstiárunum, tá ummæltu til dømis Karsten Hoydal, Ólavur Michelsen og Jens Pauli Heinesen nógv. Nú síggjast ummælini næstan ikki. Kanska hevur tað okkurt at gera við, at fólk seta pengar á alt. Eingin vil gera eitt ummæli uttan at fáa pengar fyri tað. Og tað sigi eg ongan ringan fyri.
- Standa forløgini á veikum beinum gera fjølmiðlarnir tað eisini. Bløðini og útvarpið hava ikki so nógv at ráða yvir, sum tey vildu havt, men tey nevna í hvussu so er alt tað sum kemur út. Tað er givið ein fyrimunur, tí tá kemur tað inn í vitskuna á fólki at bøkur koma. Tá er støðan øðrvísi við sjónvarpinum, sum eg eri øgiliga vónbrotin av. Tað er versnað síðani tað varð sett á stovn fyri 15 árum síðani í tann mun, at fólk duga ikki at síggja, at tað er ein føroysk rás. Og tað er syndarligt. Hvat skulu vit hava eina føroyska rás til um hon ikki víkur frá hinum rásunum, sum fólk hava í tilboði at síggja. Sjónvarp Føroya sleppur sær undan ymiskum, sum kundi hjálpt teimum upp á ein lættan máta at hildið fast í hetta føroyska, eitt nú við at tey settu sær fyri at lýsa bøkurnar sum koma út. Á tann hátt hevði sjónvarpið fingið eitt føroyskari andlit, men politikkurin sýnist heldur at vera at boykotta føroyskar bøkur, sigur Árni Dahl at enda í viðtali.