Hósdagin 10. mars verður fyrilestur í Føroyahúsinum. Tað er Bjørg Mortensen, psykoterapeutur, sum fer at greiða frá, hvussu tað er at liva í familjum, har alkoholmisnýtsla er ein partur av lívinum.
Hvat eyðkennir hesar familjur, hvørjir eru skaðarnir og er nøkur vón?
At liva í familjum við alkoholtrupulleikum rakar øll, bæði stór og smá. Skaðarnir, ið fólk fáa við liva saman við alkoholmisnýtarum, eru sera álvarsligir og ávirka ein alt lívið, um ein ikki sjálvur fær hjálp, ongantíð ov skjótt.
Bjørg Mortensen er sjálv vaksið barn av alkoholikara, bleiv gift alkoholikara og útviklaði sjálv sjúkuna alkoholismu.
Í dag arbeiðir Bjørg sum psykoterapeutur við servitan innan alkoholmisnýstlu, og hon bjóðar viðgerð til misnýtarar og avvarðandi.
Tað er ein vón, hóast skaðarnir eru stórir, og vónina vil Bjørg varpa ljós á.
Fyrilesturin er almennur og ætlaður øllum, ið ynskja at vita meira um skaðar og seinárin á tey, ið liva ella hava livað í familjum við alkoholtrupulleikum. Eisini er fyrilesturin ætlaður lærarum, námsfrøðingum, heilsufrøðingum og annars øllum, ið hava ábyrgd av børnum og ungum.