At koyra Henning til hús fyri at fáa tað betri er ein vánalig loysn

? Mítt samstarv hevur verið nógv betri við Landsverkfrøðingin enn tað tað hevur verið við Landsstýrið, tí har er tað nógv sum haltar heilt álvarsliga, sigur Jógvan Mørkøre, sum hevur drúgvar royndir í kommunalum politikki

?Tað hevur altíð borið til at tosa seg til rættis við Landsverkfrøðingin.

? Og tað er meiri enn eg kann siga um Landsstýrið. ? Tí haðani hendir tað seg so mangan, at vit fáa ikki so frægt sum aftursvar.

Jógvan Mørkøre, bygdaráðsformaður í Hósvík, heldur lítið um ætlanina at siga Landsverkfrøðingin, Henning Jacobsen, úr starvið og at leggja Strandferðsluna og Landsverkfrøðings-stovnin saman.

Og hann heldur enn minni um orsøkirnar til samanleggingina.

Landsstýrismaðurin í vinnumálum, Finnbogi Arge, hevur ført fram, at orsøkin til uppsøgnina og samanleggingina, var rationaliseringar og sparingar.

? Men síðani hevur hann eisini nevnt samstarvstrupulleikar og at Henning Jacobsen ongantíð hevur viljað góðtikið bygnaðarbroytingarnar í meginfyrisitingini.


Trúgvi eg onki uppá

Jógvan Mørkøre í Hósvík hevur verið kommunalpolitikari í eitt langt áramál og hevur sostatt havt nógv samskiftið og nógv samstarv við Landsverkfrøðingin.

Men hann er eisini entreprenørur og hevur sum slíkur havt fitt av koyring fyri Landsverkfrøðingin.

Vit hava spurt hann, hvat hann heldur um, at Henning Jacobsen er sagdur úr starvi og at Landsverkfrøðingurin og Strandferðslan skulu leggjast saman

Og hann sigur bart út, at hann trýr onki uppá, at tað er nakað sum helst vunnið við hesum nýggjasta tiltakinum hjá landsstýrismanninum í vinnumálum.

? Kunnu Strandferðslan og Landsverkfrøðingurin leggjast saman, kundi Finnbogi Arge akkurát tað sama lagt sítt egna bilaverkstað saman og eitt bakarí saman, tí tey bæði virkini hava líka nógv í felag sum teir báðir almennu stovnarnir, sigur Jógvan Mørkøre í Hósvík.

?Og at koyra Henning Jacobsen til fyri at fáa tað at ganga betri, trúgvi eg ikki uppá.

? Nú síggi eg fyri mær, at Landsverkfrøðingurin verður privatiseraður og at tað koma útlendskir entreprenørar at standa á hvørjum tanga.

?Eg síggi eisini fyri mær, at at verkfrøðingayrkið í Føroyum syndrast og at vit verða noyddir at innflyta verkfrøðingar aðrastaðni frá.

? Møguliga verða onkrar sparingar tað fyrstu tíðina, men í longdini verður hetta dýrt. Tí eitt framkomið samfelag kann ikki verða eitt dygt vegdirektorat fyri uttan.


Nógv betri við Landsverkfrøðingin

Jógvan Mørkøre staðfestir, at bæði sum kommunalpolitikarar og sum entreprenørur, er tað stórur munur á, at hann hevur havt betri samstarv og samskifti við Landsverkfrøðingin, enn hann hevur havt við Landsstýrið.

? Tá ið vit hava vent okkum til Landsstýrið er tað ikki óvanligt, at vit snøgt sagt onki svar fáa.

? Ella vit fáa eitt onkisigandi svar um, at ?vit skulu venda aftur til málið?, ella at ?arbeitt verður við málinum?, men so tað kemur sjálvdan so langt, at meiri hendir.

? Landsstýrismaðurhevur eisini alment skuldsett meg fyri at hava ?miskilt alt? í samband við aliloyvi í Sundalagnum, hóast eg stóð við brævið frá Landsstýrinum í hondini sum prógvaði, at eg hevði allan rættin.

? Tað eru eisini mong dømi um, hvussu trupult tað yvirhøvur er at fáa fund við Landsstýrið um ymisk mál.

Bygdaráðsformaðurin sigur hinvegin, at samstarvið við Landsverkfrøðingingin gingið sera væl.

? Tað merkir ikki, at vit altíð hava verið samdir. ? Tvørturímóti hevur tað mangan leikað hart á. Men vit hava altíð avgreitt øll tey arbeiði, vit hava havt í rímiligari semju.

?Tó vísir tað seg, at eru nógvir borgarligir politikarar uppi einum samskifti við ein almennan stovn, eisini Landsverkfrøðingin, gongur tað altíð nógv meiri strilti.

? Tí tað er eitt prinsipp hjá borgarligum politikarum at vera ímóti øllum, sum er alment og tað skal altíð mótarbeiðast.

? Av tí sama er samskiftið við almennar stovnar altíð nógv tyngri, táið borgarligir politikarar eru uppi í, tað svitast ikki, sigur Jógvan Mørkøre.

Annars er tað eisini neyðugt, at Landsverkfrøðingurin er eitt sindur støðufastur og ikki letur ov nógv um seg ganga.

? Tað eru nettupp politikararnir, sum hava skapt Landsverkfrøðingin. Fyri at sleppa undan at taka illa dámdar avgerðir, var tað hent hjá politikarunum sera hent at hava ein Landsverkfrøðing, sum tordi at taka tær fyri teir, tí so høvdu teir hann at skylda uppá.


Ber ikki til

Annars heldur Jógvan Mørkøre at tað ber líka illa til at privatisera Landsverkfrøðingin, sum tað ber til at privatisera Strandferðsluna.

Tí líka lítið, sum nakar privatur vil hava undirskotsruturnar hjá Strandferðsluni, er tað nakar entreprenørur, sum skoytur um tað virksemið hjá Landsverkfrøðinginum, sum ongar pengar kastar av sær.

? Tó haldi eg, at Landsverkfrøðingurin kundir farið eitt sindur meiri frá at hava amboð.

? Men tað hevur landsverkfrøðingurin roynt, við at leiga maskinur og lastbilar frá privatum, tá ið ymisk arbeiði skulu gerast.

? Tó er tað ikki lætt hjá Landsverkfrøðinginum, tí hvørja ferð eitt arbeiðið er um at fara ígongd, fer ?maður av húsi? at keypa sær lastbil.

? Og so verður tað til ein trupulleika, um Landsverkfrøðingurin letur ein sleppa framat at koyra framum onkran annan.

Jógvan Mørkøre heldur, at í hesum sambandi átti at verið hugt eftir søguligum rættindum, so at teir fingu koyringina, sum høvdu verið entreprenørar og ístaðin fyri at teir standa, og nýggir krevja at sleppa framat.

Annars heldur spyr Jógvan Mørkøre, hví politikarar brádliga eru so uppøstir av hesum.

? Tá ið Landsverkfrøðingurin lækkaði tímalønina hjá lastbilunum 20%, niður í 300 krónur, vildu teir ikki rætta hond frá síðu, men mæltu okkum til at stovna eitt felag at tala okkara søk.

? Tey, sum nú eru rakt, hava sterk feløg at tala sína søk, og nú kundi politikararnir tað sama latið feløgini loyst málini. Men hesuferð er kanska talan um týdningarmiklari fólk, spyr Jógvan Mørkøre.