At koyra 200 km/t í Vágatunnlinum er ikki verri enn eitt víkiskyldisbrot!!

Stutt og bersøgið lesarabræv fyri egna rokning. Jú eg endurtaki: At koyra 200 km/t í Vágatunnlinum er ikki verri enn eitt víkiskyldisbrot!!

Og hvat grundgevi eg tað í, jú í nýggju famøsu ferðslulógini frá 1. juli 2000. Ferðslulógin frá 1/7 - 2000 síðustillar revsingina fyri tað, sum verður gjørt upplagt, við beráddum huga og við fríum vilja, t.d. tað at koyra 150-200 km/t ájavnt við revsingina, har fólk fremja víkiskyldisbrot við óvilja og óttilætlað við 15-20 km/t. Bæði brotini verða á jøvnum føti drigin í rættin, og í báðum førum verður talan um somu revsing: bót og at missa koyrikortið treytað. Tilkomnu bilførarnir og ferðglaðu unglingarnir koma at sita lið um til undirvísing hjá koyrilæraranum, og gita hvør hevur betri møguleika at klára teoriina: tann, sum júst hevur verið upp í teori, ella tann, sum var uppi í eini gamlari teoribók fyri 15, 20, 30....árum síðani? Ferðglaðu unglingarnir kunnu fara flennandi avstað tí teir fáa ein nýggjan kjans at koyra 200 km/t, tí vanliga gera teir hetta upp í 200 ferðir, áðrenn tað eydnast løgregluni at fáa klørnar í tær. Samstundis krevur ákæruvaldið, at eg og onnur, ið hava gjørt eitt óvilja brot undir arbeiði, í fólksins tænastu skulu fáa somu revsing. Hetta er himmalrópandi órættvíst!!

Løgtingslimir mugu vakna!!
Løgtingslimirnir, ið sótu setina 1998-2002 snorksvóvu - allir 32 - tá teir rullaðu ferðslulógina ígjøgnum 32-0! Nú er stundin komin at geva Føroya fólki eina nýggja, rættvísa ferðslulóg, sum revsar brot, ið eru burtur úr vón og viti harðari, enn tey, sum er gjørd í ósketni. Løgreglufólkini eg havi tosa við - undantikið hann, ið var við til at gera ferðslulógina! - siga, at tey ynska eina lóg, sum slær hart niður á hasardkoyring og rúsdrekkakoyring, og heldur gevur óvilja ferðslubrótarum ein eyka møguleika.
Tíverri fylgir ákærin í ferðslumálum ikki tropp í hesum. Hon segði m.a. við eina víkiskyldis-"brotskvinnu": "Det som du har gjort er meget værre, end f. eks. hvad de gør, som kører 150-200 km/t, for de ved hvad de gør! Du vidste ikke hvor alvorlig en færdelslov-overtrædelse du gjorde når du ikke holdt din vigepligt!". Skal hon sleppa at halda fram við hesum ómoralska ójavnanum?
LØGTINGSLIMIR, STEÐGIÐ HESUM ØRSKAPINUM!!

P.S. Í okkara grannalondum hava bilirnir eisini víkiskyldu fyri eini súkklubreyt umframt høvuðsvegin, tað er ein sera týðandi og avgerandi munur millum Føroyar og t.d. Keypmannahavn, tí er ikki upplagt at hava "danskar tilstandir" viðv. revsingum fyri víkiskyldisbrot!