At keypt Beskytteren hevði verið ein sera vánalig loysn

Hann er fullkomiliga óegnaður til at verða Vaktar- og bjargingarskip hjá føroyingum

? Tað kann aldrin koma uppá tal at keypa danska verjuskipið Beskyttern til føroysku Vaktar- og Bjargingartænastuna.

Leiðarin á føroysku Vaktar- og Bjargingartænastuni, Elmar Højgaard, vísir avgjørdur søgunum aftur um, at tað verður umhugsað at keypa danska verjuskipið Beskytteren, ístaðin fyri at byggja eitt nýtt skip til fiskiveiðieftirlitið og bjargingaruppgávurnar undir Føroyum, sum upprunaliga ætlað.

? Hvat okkum viðvíkur verður bara arbeitt við málinum um ?Beskytteren sum eina fyribils loysn, ímeðan vit byggja, sigur Elmar Højgaard.

? Hvat okkum viðvíkur er tað heilt avgjørt ikki ætlanin at keypa danska verjuskipið, sigur hann.

Tvørturímóti leggur hann dent á, at hildið verður fast við upprunaligu ætlanina um at byggja eitt skip, sum er smíðja til okkara serligu endamál.

Sostatt avsannar leiðarin á Vaktar- og Bjargingartænastuni søgurnar, sum hava verið frammi í seinastuni um, at tað verður umhugsað at sleppa ætlanini at byggja eitt nýtt vaktarskip og at keypa Beskyttteren ístaðin fyri.


Ein serstakliga vánalig loysn

Elmar Højgaard sigur, at tað hevði verið ein serstakliga vánalig loysn at keypt Beskytteren til Føroyar, ístaðin fyri at byggja eitt nýtt skip.

?Beskytteren er ikki bygt til tað endamálið, sum vit hava brúk fyri.

? Hann er bygdur til at lúka aðrar treytir enn at hava eftirlit við fiskiskapi og til bjarging.

? Beskytteren er eitt herskip og er bygt til at tað endamálið.

? Skipið, sum vit hava so harðliga brúk fyri, er eitt skip, sum er vælegnað til fiskiveiðieftirlit og til bjarging.

? Og tað er so stórur munur á tveimum skipum til tey bæði endamálini, at tað er als onki samanberingargrundarlag, sigur Elmar Højgaard.

Vit spurdu Elmar Højgaard, hvat tað er, sum ger beskytteren so illa egnaðan til føroysk viðurskifti.

Men hann sigur, at tað er næstan skjótari at reksa upp, hvat hann kann brúkast til, enn, hvat hann ikki kann brúkast til.

? Beskytteren kann brúkast til at hava eftirlitið við fiskiskapinum, tí tað er hann eisini brúktur til.

? Men so er eisini alt sagt, tí Beskytteren er sera illa egnaður til allar aðrar uppgávur hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni.

?Elmar Højgaard sigur, at sjálvandi kann hann eisini brúkast til bjargingararbeiði í vissum førum.

? Men tað er næstan bara tí at hann hevur havt tyrlu. ? Og eg vænti ikki, at vit fáa eina tyrlu við í keypinum, um vit keypa Beskytteren.

?Sjálvandi hevur hann eisini gummibát, men eisini hann hevur ógvuliga avmarkaðar møguleikar.

Leiðarin á Vaktar og Bjargingartænastuni sigur, at til nógvar aðrar uppgávur, sum hava so stóran týdning hjá eini føroysku bjargingartænastu at kunna røkja, er Beskytteren als ikki rætta skipið.

? Hann er t.d. ov illa útgjørdur til at manøvrera í sambandi við bjargingar nær landi.

? Hann kann ikki brúkast í sambandi við oljudálking.

? Hann kann ikki brúkast til leitingar framvið landi, hann kann ikki brúkast til onnur arbeiði, t.d. undir vatni, tá ið skip eru sokkin, til at bjarga troli upp úr sjónum o.s.fr.

?Tá ið vit reknaðu nýbygningin løgdu vit alstóran dent á, at tað nýggja, føroyska vaktar- og bjargingarskipið kundi loysa ávísar uppgávur

? Men tær uppgávurnar kann Beskytteren als ikki brúkast til at loysa. Talan er um heilt hvør sítt skip, leggur hann afturat.

? Tað, sum vit hava mugu hava er eitt skip, sum kann brúkast til fiskiveiðieftirlit, sum kann brúkast til bjarging, eisini framvið landi, sum kann brúkast til leitingar heilt undir landi, sum kann brúkast at reinsa sjógvin eftir oljudálkingum, sum kann brúkast at bjarga troli o.ø. upp úr sjónum, sum kann brúkast í sambandi við kaving, tá ið uppgávur skulu loysast undir sjónum, fyri at nevna nøkur krøv, sum vit seta til eitt føroyskt vaktar- og bjargingarskip, sigur Elmar Højgaard.


Fyribils loysn

Annars verður framvegis arbeitt fyri at finna eitt skip, sum kann røkja arbeiðið hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni undir Føroyum fyribils, til tað nýggja skipið er bygt.

Og í tí sambandinum er Beskytteren enn áhugaverdur.

Elmar Højgaard sigur, at kann verður framvegis, hvussu Beskytteren kann verða skrásettur sum handilsskip, og hvørjar treytir fylgja við.

? Beskytteren er bygdur sum herskip og tey eru ikki í klassanum, ella undir ?Søfartsstyrelsen?.

? Og hóast hervaldið roynir at lúka treytirnar, sum klassi og ?Søfartsstyrelsen? seta, er enn óvist, undir hvørjum treytum Beskytteren kann verða skrásettur sum vanligt skip fyri at hann kann lúka krøvini, sum verða sett til slík skip. ? Tað tekur sína tíð at fáa slík mál avgreidd, tí skipið skal sjálvandi kannast.

?Men tað verður arbeitt við málinum og Elmar Højgaard roknar við, at tað fæst ein peiling av tí nakað skjótt.