At kalla ikki koyrandi norðureftir úr Havnini

Sundalagið, skálabotnur og Gøta er sera hart rakt av illveðrið.

Ein lesari hjá in.fo hevur júst greitt okkum frá, at bilar standa stillir í heilum úr Havnini og norðureftir, tí jarðrok ger, at sýni er sera ringt.

 

 

Tað er serliga við Kollafjørð, Gøtu og Skálabotn, at sýni er út av lagi vánaligt.

 

 

Landsverk heiti á fólk, um at ansa sera væl eftir sær í ferðsluni.

 

 

Lesarar hjá in.fo greiða okkum frá, at tað er sera hált og nógvur vindur á vegnum norðureftir móti Klaksvíkini úr Havn, og umframt tað er sýni í fleiri støðum einans einar 1-2 metrar.