Klaksvík: - Brend?, sigur tú. Er tað so tú, sum hevur verið í Afrika?
Tað var avgjørt ikki fyrsti spurningurin, sum umboðini fyri tíðindatænastuna høvdu væntað frá einum manni, sum hevur minni enn hálvt ár til tey eitthundrað.
Vit eru komin á gátt í einum heimi á Stangavegnum, har hin nú 99 ára gamli Eliesar Sørensen býr.
Avtala um eitt prát er gjørd við hann frammanundan. Hann helt tað vera best, um vit møttu nakað eftir døgurða, tí so hevði hann tíð at fáa sær ein døgurðaslang.
Klokkan er nú hálvgum trý, og vit banka spakuliga uppá, men eingin svarar. Hann svevur kanska enn.
Myndamaðurin heldur seg vita, at hann er nakað deyvur, og at tað tí ikki er vist, at hann hoyrir at vit eru komnir. Vit taka í eina hurð, men har er eingin at síggja.
So er bert tann eina hurðin eftir í gongini, og harinni situr so hesin likamligi gamli, men kortini í sinnalagi so ungi maðurin í einum stóli.
Vit eru komnir inn í køkin, har Eliesar situr ein stóran part av degnum. Skápini eru har og vaskið, borðið er ruddiligt, og nærhendis stendur eitt køksborð við einum útvarpi á.
- Kom bara innar, og fáið tykkum ein stól við borðið, sigur hann.
Einsamallur í húsi
Eliesar er borin í heim í Kirkju fyri skjótt 100 árum síðani, og flutti til Klaksvíkar sum 32 ára gamal.
Sum so mangur annar tá, fór hann eisini til skips sum ungur - ella sum hann sigur tað so rámandi: - Tað eru 85 ár liðin síðani eg fór fyrstu ferð til skips!
Hann fekk sær konu av Viðareiði - Hannu, sum var fødd í 1909 og doyði í mai mánaði 1997. Tey fingu ein son, Líggjas - Líggjas í Bø - sum er føddur í 1938.
Hesi seinnu árini hevur Eliesar tí búð einsamallur í húsunum á Stangavegi, uttan tó at hann hevur følt seg einsamallan á nakran hátt, eins og greitt er frá aðrastaðni á hesari síðuni.
Hóast sín høga aldur, so fylgir hann væl við tí, sum hendir rundan um hann. Og líkt er til, at hann eisini minnist væl nøvn, - eisini á fólkum, hann hevur lært at kenna fyri stuttum.
Í Senegal
- So tað er tú sum hevur verið í Afrika?, spyr hann fyrstur av okkum báðum.
Svarið er sjálvandi játtandi, og hann fær síðani at vita eitt og annað um tað at virka sum trúboðari í Afrika.
Tað vísir seg, at móðir blaðmansins hevur verið heimahjálp hjá Eliesari og hevur greitt honum frá tænastuni í Mali.
- Men tú - kennir tú so eisini hasa Lív, sum somuleiðis er har í Vesturafrika?, spyr hann aftur.
Hana kenni eg eisini, tí eg var sjálvur við, tá henda gentan, Lív Poulsen úr Porkeri varð send út sum trúboðari til Senegal úr samkomuhúsinum Betania í Porkeri í februar mánaði í ár.
Jú, Eliesar fylgir væl við tí, ið fer fram rundan um hann.
Restin
Hvønn fyrrapart kemur ein heimahjálp á gátt hjá honum. Hetta er tann sama hvønn dag mitt í viku, meðan tær plaga at skiftast um vikuskiftini.
Tær koma altíð áðrenn døgurða, og flysa so eplini og gularøturnar sum hann skal brúka til døgurðan. Tær skera honum eisini breyðflísar og koyra viðskeran á.
- Men restina, tað klári eg sjálvur, sigur Eliesar.
Og "restina" tað er ikki einki: Hvønn dag ordnar hann sjálvur fyri døgurðanum.
Kjálkar
Úti í gongini stendur ein stór frystiboks og í henni goymir hann tað, sum etast skal til døgurða.
Í hesi boksini er nógvur fiskur, skipaður soleiðis, at tað er einfalt hjá honum at koyra tað í eina grýtu og kóka sær ein døgurðabita við eplum og gularót afturvið.
- Alt liggur so passaligt í boksini, og er so hóskiligt at koyra í grýtuna, t.d. feskir kjálkar.
- Nei, at kóka sær ein døgurðabita, tað hevur einki at betýða, sigur 99 ára gamli maðurin.
Rabarbu-súltutoy
Dagurin hjá Eliesari hevur stórt sæð eina fasta rútmu.
Hann fer upp, og fær sær fyrst av øllum eina skál av havragreyti og seinni eisini eina fransbreyðflís við súltutoy á. Serliga væl dámar honum rabarbu-súltutoy.
Tá komið er nakað út á fyrrapartin setur hann seg í stólin við vindeygað. Og ikki leingi aftaná kemur so heimahjálpin á gátt.
Síðani skal døgurðin kókast og ein væl uppiborin døgurðaslangur stendur fyri framman.
- Um seinnapartarnar plagi eg bara at hygga mær, sigur hann.
- So gangi eg bara
Hóast hann er komin høgt til aldurs, so er hann kortini lættur á beinunum.
Er veðrið til vildar, er ikki óvanligt at síggja Eliesar fara út fyri dyr, og ganga sær ein túr inn eftir og inn á Shell-støðina, har hann plagar at keypa okkurt.
- Hetta er bara smákeyp, tí eg orki ikki so væl at bera stór og tung ting heim til hús. Tað kann t.d. vera ein mjólkapakki ella okkurt tílíkt.
- At ganga inn hagar og útaftur, er ein passaligur túrur fyri meg, sigur hann.
Júst hetta við at ganga túrar, er ikki ókent fyri Eliesar. Sum greitt er frá í hinari greinini, so er hann ein trúfastur møtigangari í Betesda.
Vanliga plagar ein maður, ið býr nakað norðari at taka hann við á møtini, ella at sonurin ringir og spyr um hann hevur fingið fart.
- Men er eingin bilur, tja, so gangi eg bara til møtið, sigur Eliesar.