At gloyma sum skjótast

GÍ fekk av at vita, tá teir hóskvøldið tóku ímóti Hajduk Split. Talan gjørdist um størsta tap, sum føroyskt felag hevur lagt rygg til á heimavølli í europeiskum høpi, og hjá leikarunum ræður bara um at gloyma kvøldið sum skjótast

UEFA-Cup

Gøtumenn hava í tíggju ára longu Europa-Cup søguni hjá føroyskum fótbólti ferð eftir verið teir, sum hava fingið bestu úrslitini, men hóast hetta, so var greitt, at uppgávan var meira enn vanliga torfør, tá teir hóskvøldið tóku ímóti Hajduk Split.
Ikki síðani teir fyri nøkrum árum síðani hittu Glasgow Rangers, mundu gøtumenn hava møtt einum somikið sterkum liði .Hetta varð sjónligt, tá GÍ fekk eitt ? hóast alt heiðurligt ? 3-0 tap við sær úr Kroatia fyri tveimum vikum síðani, og tað varð so eisini undirstrikað á Tórsvølli.

Munurin
Gøtumenn høvdu undan dystinum boðað frá, at teir ætlaðu at vera við til at skapa ein góðan dyst, men tað var skjótt greitt, at hetta fór ikki at koma upp á tal. Partvíst tí mótstøðumenninir sýntust at vera alt ov sterkir, og partvíst tí hetta als ikki var ein av bestu døgunum hjá GÍ.
Tað er nevnliga so, at munurin millum føroyskan og útlendskan fótbólt í nógvum førum er stórur, men tó hevur aloftast eydnast okkara partvíst at útjavna hendan munin við at geva seg fult og heilt út, samstundis sum mótstøðuliðini ótilvitað spara seg nakað, tí tey við sær sjálvum vita, at »at eitt føroyskt lið eiga vit at vinna«.
Av og á kemur tó fyri, at stóri munurin, sum í veruleikanum altíð er har, kemur týðiliga til sjóndar. Tað fekk HB at sanna í Tromsø, eins og B36 fekk av at vita í Gladsaxe, og hesa ferð var túrurin so komin til GÍ.
Kroatiska liðið spældi snøgt sagt gøtumenninar av vøllinum. Við kvikum samanspæli á miðvøllinum og djúpum sendingum inn um bakkarnar fingu teir ferð eftir ferð tagað GÍ liðið sundur, og neyvan mundi tað gera støðuna betri hjá GÍ, at tað eftir stuttari tíð fór at regna, so tað gjørdist enn torførari at standa á beinunum.

Líktist alla tíðina skrædlið
Tað gekk galið longu eftir 11 minuttum, men hóast kroatisku leikararnir eftir hetta skoraðu mest sum eftir vild, so høvdu teir ongan hug at seta ferðina niður.
Gøtumenn vóru sera sjáldsamir gestir framman fyri kroatiska málið, og tað sigur eisini nakað, at skuldu ganga 42 minuttir, áðrenn teir fingu fyrsta hornasparkið - sum eisini var hitt einasta hjá teimum.
Hetta gjørdist samstundis eisini upphavið til bestu GÍ-royndina í dystinum, tá Bartal nýtti flogbóltsavsettið hjá sær og sendi ein knallharðan stútari á tvørtræið. Spell hjá Bartali, og mundi ikki bøta um, at hann á heimferðini úr álopinum fekk gult kort, tá hann steðgaði kvikum kroatiskum kontraspælið. Heilt galið gjørrdist tað, tá sami Bartal bert tveir minuttir seinni nýtti hondina at beina hornaspark burtur við, soleiðis at gøtumenn máttu spæla við tíggju monnum í seinna hálvleiki.
Her sá tað eisini heilt svart út, tá Split eftir bert einum minutti økti til 6-0, men so slakaðu teir tíbetur eitt sindur. Teir hildu framvegis bóltin koyrandi kring GÍ-brotsteigin, men allar helst var nú farið at bila við nærlagninum, og í øllum førum er greitt, at var effektiviteturin bara 25%, tá talan var um góðar málmøguleikar, so varð tapið hjá GÍ nógv størri enn tey átta málini.

Í gloymibókina
Saman um tikið, so man tað vera sera ilt at finna nakrar glottar í avrikinum hjá GÍ hetta hóskvøldið. Hvørki úrslit ella spæl líktist nøkrum, sum føroyskur fótbóltur kann vera errin av, men tað skal tó liggja langt ífrá hugaheiminum hjá gøtumonnum at fara niður við nakkanum av teirri orsøk. Nú ræður bert um hjá teimum at leggja hendan dystin langt aftur um bak, stríðast fyri at vinna rætt til europeiska luttøku komandi ár, og so sýna øllum, at hetta var ein veruligur off-day.
Gloymið hóskvøldi GÍ, og komið sterkt aftur næstu ferð!