Tvøroyri: Hetta er fyrstu ferð, at Logos II vitjar í Suðuroy, og tí var gjørt nógv burtur úr móttøkuni.
Í hesum sambandi var løgmaður boðin at halda røðu, sum ein part av tiltakinum.
Hann fegnaðist um, at tey júst høvdu valt Tvøroyri, sum jú er heimstaður hansara, til vitjanina hesaferð. Fyri mongum árum síðani var støðan hon, at skip í hundraðtali sóust á fjørðinum, men soleiðis er ikki í dag. Hinvegin, - í gjárkvøldið kom so enn eitt skip, við heilt øðrum innihaldi.
- Endamálið við arbeiði tykkara er ein synergi av at geva og at fáa, segði løgmaður í røðu síni.
Hann vísti á, at manningin hevur eina vitan, sum tey fegin vilja geva øðrum, eisini føroyingum hesar komandi dagarnar.
- Orðið – Logos – er millum annað borið út við bókum tykkara við kristna gleðiboðskapinum til fólk kring allan heimin.
- Okkara ynski er tí, at tey orðini, sum tit bera við tykkum, mugu geva vitan, hjálp og vón til at fullføra visjónina um at ávirka lívið hjá hvørjum einstøkum vitjandi, segði løgmaður millum annað í røðuni.
Vitja samkomur
Tað er felagsskapurin Operation Mobilisation (stytt: OM) ið eigur hetta skipið. Hetta er sami felagsskapur sum eigur gomlu Norröna.
Nú Logos II er í Føroyum verður ein hópur av tiltøkum í Suðuroynni um vikuskiftið.
Manning av skipinum fer millum annað at luttaka við eitt møti, sum verður kl. 18 sunnukvøldið í missiónshúsinum á Tvøroyri, eins og tey luttaka við tað evangeliska møtið kl. 18 í samkomuhúsinum Bethel í Vági.
Høvið verður eisini hjá fólki at vitja umborð á skipið, har tey fáa rundvísing í skipinum.
Samstundis er høvið hjá teimum at vitja ta størstu bókasøluna, sum hevur verið her á landi, eins og møguleiki er at keypa sær ein drekkamunn á eini altjóða kaffistovu umborð.
Logos II verður liggjandi til mánadagin, tá leiðin verður løgd til Íslands.