Floksting
- Føroyar eru eitt gott land at skapa framtíð í, har menniskjalig virðir, fólkaræði, samhaldsfesti og kærleiki eru drívmegin.
Høgni Hoydal segði á, at í Føroyum kunnu vit liva av náttúruni og við náttúruni uttan at oyða og dálka í jagstranini eftir stuttskygdum, materiellum framburði.
- Her kunnu vit liva, soleiðis at eingin dettur burturímillum í gloymsku, og har eingin kann gera nakað, uttan at síggja avleiðingarnar av sínum gerðum. Her eiga vit eisini at kunna dyrka tað virði, at vit eru ymisk og ósamd – at vit eiga originalar, kverulantar, skræðugákar, fantastar og stillfør arbeiðsfólk, ið hvør duga eina rúgvu.
Hann segði, at henda møguleika hava vit í einum lítlum samfelag sum okkara, tí vit eru nær hvørjum øðrum og hava gjøgnum søguna altíð merkt beinleiðis, at næstans lív ella deyð eisini er okkara gleði og sorg.
- Her hava vit møguleikan at geva frælsinum eitt veruligt innihald. Frælsi er at kunna taka avgerðir og at taka ábyrgdina av avleiðingunum. Frælsi er ikki at sæta sær sjálvum og síðani renna undan ábyrgdini ella biðja onnur um at verja okkum móti okkum sjálvum.
Høgni Hoydal vísti á, at tey lond og samfeløg, ið frægast megna at umstilla seg til ein broyttan heim, har burðardygg framleiðsla, umhvørvisverd, varandi orkukeldur, fólkaræði og haldførir fíggingarhættir skulu byggjast upp, hava møguleikan at ganga undan í hesi øldini.
Hann segði, at altjóða samstarv og krøvini til hvørja einastu politisku og búskaparligu eind má gerast algilda hugmyndin.
- At vit hava ikki bert arvað heimin, okkara land, okkara mentan og okkara virðir frá teimum, sum hava gingið undan, men at vit hava lænt tey frá okkara abba- og ommubørnum, segði Høgni Hoydal, floksformaður.










