At geva er gott

Tey 20 børnini á stovuni Sóljuflog á Dagstovninum við Landavegin í Havn hava havt loyst eina serliga uppgávu, sum nú er lokin.

Tey hava bakað siropskøkur og piparnøtur, og tey hava eisini gjørt bomm.

Øll børnini fingu bræv heim við, og í brævinum vórðu foreldur, systkin, ommur, abbar og ommur boðin inn á gólvið í dag, tí nú fara tey at selja alt, sum tey hava gjørt. Tað verður klokkan 15.

Allur peningurin, sum kemur inn, fer til tiltakið “Í menniskjum góður tokki”.

- Vit nýta tiltakið sum eitt høvi at læra børnini, at tað er gott at geva teimum, sum treingja til, siga starvsfólkini.

64 børn eru á stovninum.