Eru vit so nóg nógv fólk í Føroyum at tilbúgva okkum til framtíðina og tær visjónir vit hava um komandi føroyska samfelagið? Mentunarliga, vinnuliga, búskaparliga?
Ber tað til at skipa eina pinkutjóð við so fáum fólkum og við so stórum ambitiónum um almennar stovnar, altjóða samstarv og nærverk, heilsuverk og skúlaverk á hægsta norðurlendska støði? Er grundarlag fyri tí? Er nakað minstamark fyri hvussu lítil ein stats-eind kann vera við slíkum visjónum?
Ilt at siga!
Seinastu árini hava verið røddir frammi um at fólkatalið er ov lágt í Føroyum til at kunna skipa seg eftir norðurlendska vælferðar-leistinum. Nógvar eindir gerast ov veikar og fryktiliga dýrar upp á seg. Kanska hevði alt verið lættari, sterkari og meira bjart um vit gjørdust 80.000 ella kanska 100.000 fólk í Føroyum?
Well, eg skal ikki troytta meira við hesum.
Orðini her snúgva seg um, at tað ikki er bara bara at gerast við barn í vesturheiminum í dag. Fleiri velja als ikki at fáa børn og nógv hava trupulleikar við fertilitetin ella gitnaðarførinum. Tøl úr Danmark vísa at seinastu tíggju árini er talið av pørum, ið fáa hjálp frá heilsuverkinum at fáa børn, hækkað við 76 prosentum.
Sum sagt so bíða nógv í dag við at fáa børn. Útbúgving, yrkisleið, hús, bilur, og uttanlandaferðir. Ja, nógvar eru orsøkirnar til at útseta. Og knapplia rennur tíðin undan summum.
Men kunna vit gera nakað sjálvi fyri at økja um okkara gitnaðarføri, tá ið so stundin er komin?
Tað heldur journalisturin Else Marie Lehman, ið júst hevur givið út bókina ”Klar til børn – guide til sundhed og fertilitet”.
Her vísir Else Marie á hvussu føðsla, rørsla og lívsstílur sum heild kann ávirka likam okkara.
Bókin vegleiðir lesarin um anatomiina hjá mannfólki og konufólki og hvussu vit kunna ”koma í topp-form” til at reprodusera okkum. Eisini við at velja ella frávelja mat og drekka.
Harafturat eru eisini góð ráð til tey, ið fara inn í danska fertilitets-skipanina. Hvussu hon er skipað og hvussu vit gerast ment eisini at fáa boðini um miseydnaðar royndir uttan at missa alla lívsvón.
Bókin er grundað á einum paneli av serfrøðingum innan øll fertilitets-øki í Danmark.
Else Marie Lehman er mamma til 8 ára gamla Louise og hevur sjálv verið í fertilitets-viðgerð.
Klar til børn – en guide til sundhed og fertilitet, Else Marie Lehman, Lindhardt og Ringhof, 232 blaðsíðir, innbundin, umleið kr. 276 í bókahandlunum