At fjálga og kveikja nýggjar spírar

- Tað er týdningarmikið fyri bókasavnið at kunna bjóða innihald, vitan og mentanarligar upplivingar til borgaran, sigur leiðarin.

- Umstøðurnar á Bókasavninum við Løkin eru so mikið góðar, at einstaklingar, felagskapir, stovnar og vinnulív kunnu fáa gleði av góðu hølunum, soleiðis at bókasavnið eisini verður brúkt til eitt nú fyrilestrar, fundir, framsýningar og móttøkur.

 

Tað sigur leiðarin á bókasavninum, Svend Højgaard. Hann vísir á, at eitt bókasavn er meiri enn ein bókagoymsla. At eiga nógvar bøkur, er ikki endamál í sær sjálvum fyri eitt bókasavn.

 

- Tað týdningarmikla fyri bókasavnið er at kunna bjóða innihald, vitan og mentanarligar upplivingar til borgaran.

 

Í øldir hevur bókin verið fremsti miðilin, har vitan var goymd og latin víðari til næsta ættarlið. Í dag hava vit nógv fleiri miðlar og streingir at spæla á.

 

Svend Højgaard vísir á, at Bókasavnið við Løkin í Runavík hevur óvanliga góðar umstøður til at vera karmur um fjølbroytt vitanar- og mentanarvirksemi. 


- Umstøðurnar eru haraftrat so mikið góðar, at borgarin eigur eisini at sleppa framat at fyriskipa tiltøk, antin sjálvi ella í samstarvi við bókasavnið, heldur leiðarin.

 

Ynskið hjá honum er, at felagskapir, stovnar, einstaklingar og eisini vinnulív kunnu fáa gleði av góðu hølunum, soleiðis at bókasavnið eisini verður brúkt til eitt nú fyrilestrar, fundir, framsýningar og móttøkur.

 

- Hetta er annað árið, at Bókasavnið við Løkin luttekur í Mentanarvikuni í Runavik. Í fjør var bókasavnið júst latið alment upp, tá mentanarvikan varð hildin. Kortini megnaði savnið at luttaka við eini góðari skrá. Í ár er skráin nakað væl størri.

 

Svend Højgaard vísir á, at dentur er lagdur á samstarv og at hava tilboð til ein breiðan skara - eisini, tá ræður um aldur. Eins og í fjør eru høvuðstiltøkini ein framsýning og eitt bókmentakvøld.

 

Leiðarin sigur, at hann leggur stóran dent á, at bókasavnið samstarvar við lokalar eldsálir, einstaklingar eins og feløg, bæði nú undir mentanarvikuni, men eisini gjøgnum árið.

 

- Samstarvini í skránni í ár eru við Fornminnisfelagið Forna um eina søguliga framsýning, við Løkshøll um at vísa japanskar teknifilmar og við fyrireikararnar av Faroexpo um at hava eitt sokallað ”get-together” tiltak fyri luttakarunum á ráðstevnuni.

 

Hann heldur, at bókmentakvøldið eisini er eitt áhugavert samstarv við bókmentatíðarritið, Vencil.

 

- Eins og Bókasavnið við Løkin er ein nýggjur stovnur, sum skal arbeiða við at fjálga um og kveikja nýggjar spírar, so kann Vencil eisini sigast at vera eitt nýtt tíðarrit, sum á sama hátt sum bókasavnið arbeiðir við at kveikja og stimbra um nýggjar føroyskar bókmentaspírar, sigur Svend Højgaard.