Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður
-----
Mangt umbroytist á mansins ævi, sigur eitt gamalt orð. Og tað er ikki minst satt fyri okkum, sum nú eru við at eldast. Av ymiskum orsøkum kom eg at hugsa um, tá eg sum smádrongur plagdi at ferðast norðuri í Sundi – í Hvannasundi. Ein part av summarfrítíðini var í nøkur ár vanligt, at eg – og við hvørt onkur av systrunum eisini – hildu til úti í Bug hjá Honnu og Absalon Matras, ommusysti og ommubeiggja. Tað var ein góð tíð, sjálvt um heimsbardagin nakað av hesi tíðini leikaði á samstundis , og ein minnist aftur á hana við gleði, sjálvt um mong eru árini síðani.
Men eisini á annan hátt er tað áhugavert at líta aftur á tíðina frá seinast í tríatiárunum og til nútíðina. Fyri at koma norð í Sund sama dag, ein fór úr Havn, skuldi eg fara við mjólkabátinum Streymi tíðliga fríggjamorgun og síðani inn á Klaksvík og so norður um Múla og suður gjøgnum Sundið og komu vit uppá pláss út á seinrapartin.
Tá ein so skuldi aftur til Havnar (beinleiðis) var í øllum førum neyðugt at bíða til næsta fríggjadag. Sambandið millum Hvannasund og høvuðsstaðin var bert hendan eina dagin í vikuni. Til Klaksvíkar kundi ein koma við postbátinum Immanuel tríggjar dagar um vikuna. Annars kundi ein eisini fara til gongu um fjallið. Skuldi ein til dømis til Viðareiðis var antin at fara til gongu norður ella við báti.
Koma vit so til nútíðina so ber til at sita í Havn og gera av, at nú fari eg norður í Sund ella til Viðareiðis, ella eisini øvugtan veg. Tað er at seta seg í ein bil, koyra avstað eftir nútímans landsvegi, um brúgvar og byrgingar og yvir- og undirsjóartunnlar og góðan tíma aftaná er ein komin uppá pláss. Og hetta kann ein gera næstan nær sum helst á degi sum á nátt, bert harður stormur ella kavarok kann hindra tær. Ja sanniliga, munur er á tilveru-grundarlagnum nú og fyri einum 60-70 árum síðani.
Men hetta er ikki bara komið av sær sjálvum. Her liggur ein vilji og ágrýtni aftanfyri.
Hetta við farleiðini millum høvuðsstaðin og Norðuroyggjar er bert eitt dømi um útbyggingina av landinum. Menningin er farin fram um stóran part av landinum, og er prógv um viljan hjá fólkinum at yvirliva.
Ein niðurundirkomin tjóð, sum (næstan) fótaði sær
Men hvussu hevur hetta kunnað latið seg gjørt. Kaga vit í søgu okkara, so má viðgangast, at tjóðin var við at týnast. Fólkatalið var lítið, tjóðareyðkenni við at kámast, næstan alt var latið upp í hendurnar á aðrari tjóð (dønum). Danski kongurin ráddi og stýrdi landinum undir heitinum Færø Amt og handilslívið var undirgivið kongliga monopolhandlinum. Tá danir í 1849 fingu sína grundlóg, og kongliga einaveldi varð avtikið, vóru føroyingar ikki mentir at gera vart við seg og gera dønum greitt, at Føroyar ikki vóru partur av Danmark, men at danakongur var kongur í Føroyum sum norskt land. Danir fingu nakað sum líktist demokrati í 1849, men demokratiska sinnalagið hjá teimum var ikki frægari enn so, at teir ikki játtaðu føroyingum teirra sjálvsavgerðarrætt og egnu grundlóg. Teir lótu heldur ikki føroyingar taka støðu til um teir góðtóku donsku grundlógina. Hini norsku londini, Noreg og Ísland, sluppu undan donsku grundlógini, Noreg tí kongur misti landið í 1814, og Noreg fekk sína egnu grundlóg, og Ísland, tí teir noktaðu fyri at góðtaka donsku grundlógina.Men, sum sagt, føroyingar vóru ikki so frægt sum spurdir.
Men frælsistankarnir í Europa byrjaðu so smátt eisini at rína við í Føroyum og millum summar føroyingar uttanlands. Eisini vaks sjálvsálitið millum fólk í ein vissan mun aftaná, at monopolhandilin varð avtikin í 1856. Føroyingar byrjaðu sjálvir at handla og frá 1870unum fóru menn eisini sjálvir at útvega sær fiskiskip og reka havfiskiskap. Menn gjørdist eisini meira politiskt og nationalt tilvitandi. Tann tjóðskaparliga rørslan, sum meira og meira tók dik á seg seinrapartin av 19. øld bjargaði landi okkara frá at hvørva sum egið fólk og egin tjóð.
Fylgjan av hesum var m.a., at vit fingu feløg og persónar, sum arbeiddu fyri meira sjálvbjargni bæði á mentunnarliga, vinnuliga og politiska økinum. Løgtingið varð skipað av nýggjum, hóast bert sum amtsráð. Kortini hevði hetta við sær, at vit fingu fólkavaldar persónar, sum so líðandi komu at virka sum politikarar og vóru við til at at fremja ymiskar framburðsskapandi loysnir. Tann parturin av fólkinum, sum ynskti, at føroyingar skuldu klára seg sjálvar, legði lunnar undir úttbyggingina av landinum og vinnulívinum.
Grundstøðið undir framburðinum, sum spakuliga tók seg upp, var ynski um, at Føroyar og føroyingar skuldu “ganga fram í øllum lutum”. Tað var tí eisini nátúrligt, at ynskini um meira sjálvræði gjørdist meira sjónlig. Tað var eisini rímuligt, at vit frá 1906 fingu poltiskar flokkar, men tað syrgiliga var, at í mong ár (og partvís enn) var tann eini flokkurin at kalla identiskur við, at vit ikki kundu klára okkum sjálvar, men skuldu hava hjálp frá Danmark. Hendan mótstøðan móti sjálvstýri seinkaði menningini nógv, og máttloysi situr tíverri enn djúpt í føroysku fólksálini. Men kortini er tað óreingiligt, , at upprunin til alla ta menning av føroyska samfelagnum og føroysku tjóðini, sum vit hava sæð hesi stívligu seinastu 100 árini er tjóðskaparliga tilvitanin frá 1870unum og frameftir.
Núverandi politiska skipanin
Undir núverandi heimastýrisskipanini eru Føroyar bundnar at Danmark í so stóran mun, at vit ikki kunnu kalla okkum sjálvstøðug (suveren) tjóð. Eisini eru vit í ávísan mun bundin at Danmark, tí vit fáa ávísan fíggjarligan ríkisstuðul, og nøkur málsøki eru framvegis felags- ella ríkismál. Hetta handikappar okkum sum land, og eisini í samskifti við onnur lond. Hetta ger eisini, at politiska arbeiði í Føroyum verður ávirkað soleiðis, at flokkarnir skulu taka støðu til tveir høvuðsspurningar, nevniliga sjálvstýri/samband og vinstra/høgra. Harvið fáa vit bæði høgra og vinstra flokkar á sjálvstýrisvonginum og tað sama á sambandsvonginum. Hetta fløkir politiska arbeiði í stóran mun. Og tí koma politisku flokkarnir ikki uttanum at fá avgreitt fullveldisspurningin sum skjótast. Tað er – ella í øllum førum verður skjótt – ein fortreyt fyri, at Føroyar kunnu fungera sum eitt framkomið land. Flokkarnir mugu tí beinvegin fara undir at fáa suverinitetsspurningin avgreiddan Tað vil siga at fáa eina føroyska grundlóg samtykta og samráða seg til rættis við danir um niðurrlaging av blokkstuðlinum. Grundlógarabeiðið er komið so mikið langt, at tað skuldi ikki verið so trupult at fáa tað avgreitt.
Eitt fyribrigdi hevur sníkt seg inn í bæði føroyska og danska málnýtslu, og tað er orðið Ríkisfelagsskapurin/Rigsfællesskabet. Hetta gevur onga meining, tí Danmark og Føroyar eru ikki ein ríkiseind, men tvey ymisk lond. Um vit fingu formaliserað eina fullveldisskipan við sama regenti, so kundu vit kanska tala um ein Ríkjafelagskap (á donskum kanska: Rigers Fællesskab). Núverandi løgmaður, formaður Sambandsflokksins, Kaj Leo Johannesen, kom við teirri útsøgn herfyri, at hann sá fyri sær ein Ríkjafelagsskap. Um hann og flokkur hansara stendur inni fyri hesum, so kann helst skjótt komast væl á leið í hesum máli, ti Sambandsflokkurin er væl tann mest afturhaldandi í hesum høpi.
Um hesi viðurskifti verða avgreidd, so hvørvur ein partur av stevnuskránni hjá teim ymisku flokkunum, og flokkarnir kunnu so við øðvísi ídni kasta seg yvir vanligan samfelagspolitkk, sum upptekur politiskar flokkar í øðrum londum. Hvussu nógvar flokkar vit so fáa í Føroyum, veit eg ikki, men eg ímyndi mær, at vit koma at fáa nakað sum líkist eini tvíflokkaskipan, sum til dømis í Bretlandi. Eg síggi fyri mær, at tveir av núverandi flokkum vera høvuðsflokkar, og tað eru Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin. Ein partur av Tjóðveldisflokkinum og eitt sindur av Sambandsflokkinum fer so saman við Javnaðarflokkinum, meðan ein annar partur av Tjóðveldisflokkinum og meginparturin av Sambandsflokkinum leggur saman við Fólkaflokkin. Sjálvstýrisflokkurin fer helst helvt um helvt í hvønn partin. Miðflokkurin fer helst ongan veg, meðan Framsókn má roknast við at fara borgarliga vegin.
Í eini tíðargrein hevur Jóannes Eidesgaard eftirlýst einum alternativi til núverandi samgongu. Eg rokni ikki við nøkrum varandi alternativi undir núverandi politisku skipan, men fáa vit fullveldi og fáa loyst suverenitetsspurningin, so kundi tað hent, at Jóannes fekk sítt ynski um tvey alternativ uppfylt. Hann átti at gjørt sína ávirkan galdandi og fingi sjálvstýrismálið loyst.
Flokkar og umboðan á tingi
Eitt annað mál, sum eg kundi hugsað mær at nevnt í hesi grein, er, hvussu umboðanin á tingi er skipað. Eg byrjaði greinina við at taka fram sum dømi útbyggingina av samferðslukervinum í norðara parti av landinum.Hetta er úrslit av framburðshugaðum arbeiði, men eisini av virksemi hjá valdum tingumboðum. Frá fyrndartíð møttust menn úr øllum landinum á tingi. Harvið fekst ein fjølbroytt umboðan. Seinri fingu vit politiskar flokkar, hvørs umboð vóru vald í ymiskum valdømum. Fjølbroytni gjørdist uppaftur størri, tí skipanin tryggjaði bæði, at politisku ákoðanir og áhugamálini hjá ymisku landspørtunum fingu høvi at gera sína ávirkan galdandi. Skipanin hevði eisini við sær, at flokkarnir hvør sær beinleiðis sóu tað neyðuga í at virka politiskt í teim ymisku valdømunum.
Tíverri er hetta ikki longur heilt tað sama. Fyri nøkrum árum síðani varð landið umskipað til eitt felags valdømi. So vítt eg havi skilt, hevði táverandi tingformaðurin ein ávísan egináhuga í hesi umskipan. Hann fekk meiriluta fyri hesum í táverandi tingi, og broytingin varð framd, uttan at val hevði verið ímillum. Um hetta ikki verður broytt aftur, verður langtíðarávirkanin helst tann, at politisku flokkarnir, og verulig politisk sjónarmið í heila tikið, verða nógv veikari úti í valdømunum, og harvið eisini sum frá líður, í landinum sum heild.
Eg havi nevnt frammanfyri í hesi grein, at eg ímyndaði mær meiri at sær komnar politiskar flokkar í einum sjálvstøðugum Føroyum. Men um skipanin við einum valdømi verður varveitt, óttist eg fyri, at politiska dygdin hvørvir úr flokkunum, bæði hugsjónarliga og persónliga. Í staðin fáa vit, sum frá líður, fleiri oppurtunistar, sum fara at føra seg fram á politiska vígvøllinum. Um hetta hendir – eg vóni tað ikki – so kann Jóannes Eidesgaard, og vit onnur eisini, hyggja langt eftir burðardyggum stjórnaralternativum.










