Asyllex eru við í Wacken Metal Battle Føroyar

Nú er seinasti bólkurin av teimum fimm í skulu kappast um heiðurin at umboða Føroyar á Wacken tungmálmsfestivalinum í ár. Tað er Suðuroyarbólkurin Asyllex.

Nú er seinasti bólkurin av teimum fimm í skulu kappast um heiðurin at umboða Føroyar á Wacken tungmálmsfestivalinum í ár. Tað er Suðuroyarbólkurin Asyllex.

Asyllex tóku eina rúgvu av fólki á bóli síðsta ár í Wacken Metal Battle Føroyar, við teirra sera energiska 80'ara thrash málmi!

Teir eru sera væl samanspældir, og buldra avstað sum ein vælsmurd maskina! Eini dómarin nevndi, at tað er ringt at spæla 80'ara málm, og avlíkavæl verða nútímans, men at Asyllex klára tað.

Frammanundan er greitt at Reduced to Ash, Iron Lungs, Earth Divide og Ceticide verða millum bólkarnar, ið fara at kappast á Wacken Metal Battle Føroyar í Sjónleikarhúsinum leygarkvøldið.

Tað verður spennandi at vita hvør strýkur avstað við sigrinum leygarkvøldið !